Hava sent hvørjum øðrum jólakort í 100 ár

Tvær vinkonur hava aftur í ár sent hvørji aðrari jólakort - og sostatt halda tey fram við siðinum, sum familjur teirra hava havt í samfull 100 ár

Jólakort eru tað framvegis mong, sum skriva, hóast samskiftismøguleikarnir eru øðrvísi nú enn fyrr, og jólakortini tískil fækkast og verða avloyst av telduheilsanum.

Tað serliga við jólakortunum hjá hesum báðum vinkonunum er tað, at 100 ár eru liðin, síðan fyrstu jólakortini vórðu send millum hesar báðar familjurnar.

Nú er siðurin at senda jólakort rættiliga gamal. Hann tók seg upp í Onglandi í 1840 og spjaddi seg haðani um heimin. Í Onglandi vóru eisini tey fyrstu kortini prentað, sum vóru serliga gjørd til høvið.

Tað fyrsta jólakortið kom til Danmarkar úr Týsklandi um 1870.

Til Føroya kom siðurin eisini og í 1896 lýsir Djóni í Geil í Dimmalætting, at hann selur jólakort.

Men hvussu ber tað til, at Rannveig Hovgaard í Sandvík og Nicolina Dahl í Klaksvík kunnu senda jólakort í 2019 og prógva, at tað hava familjurnar gjørt í 100 ár?

Omma Nicolinu var ættað úr Sandvík. Hon æt Anna Sofía Dahl f. Poulsen í 1893 og var dóttir til Fredrikku og Poul Johannes Poulsen í Sandvík; av bygdafólkunum varð húsið kent undir navninum “hjá Ninna”.

Anna Sofía giftist við læraranum í bygdini, Theodor Dahl úr Funningi, og um tað mundið, tey giftust, fluttu tey norður til Eiðis, har hann hevði fingið embæti. Tá var ikki høgligt at ferðast, so hon man hava hildið samband við familju og vinir har suðuri við brævaskifti, sum vanligt var. Til dømis er varðveitt eitt bræv, har hon og Theodor senda heilsu til vinkonu hennara í samband við, at Martin Joensen, sum seinni varð víða gitin rithøvundur, skuldi fermast. Mamma Martin og Anna Sofía vóru vinkonur og hon búði við soninum hjá systir síni, sum var langomma Rannveig.

  

Jólakort 1919.

Tað fyrsta jólakortið, ið vit vita um fór í millum, er dagfest 1919. Hetta kortið er frá Theodor Dahl, abba Nicolinu, til  Marin Malenu Petersen, langommu Rannveig. Á kortinum stendur: »Venlig Hilsen til eder alle i Huset, fra Lærer Dahls børn, Eide« Myndin er av trimum teimum elstu børnunum hjá Onnu Sofíu og Theodori:  Óla, Poul Johannes og Annu. Árið eftir fingu tey Theodor, ið varð uppkallaður eftir pápa sínum, sum doyði stutt fyri jól í 1920. Anna Sofía búsettist sum ung einkja við børnunum í Funningi, har systir hennara Marin var gift við Jens Christiani, beiggja Theodor. Tað vildi so til, at eisini Marin doyði ung frá fýra børnum nøkur ár seinni. Beiggi Marina og Annu Sofíu, Johan Klode, kom norður at hjálpa systir síni at fáa eini hús upp og var verandi har norðuri. Tey vóru sostatt trý systkin úr Sandvík, ið búsettust í Funningi. Nicolina og Rannveig hava onkuntíð tosað um, at tað er sermerkt, at jólakortið er skrivað á donskum, tí Theodor Dahl hevur eina serliga støðu í føroyska málstríðnum, tí hann las fyrsta lesturin, sum var lisin á føroyskum í kirjutíð. Hetta hendi jóladag í 1911. Jákup Dahl hevði skrivað lesturin, sum enn er til skjals. Í 2011 hátíðarhildu sandvíkingar hesa søguligu hending, so sami lesturin varð lisin jóladag 2011, og seinni kom Árni Dahl, beiggi Nicolinu suður til Sandvíkar at halda fyrilestur um hendingina, sum kundi havt kostað Theodori lærarastarvið, tí ikki varð loyvt at brúka føroyskt sum kirkjumál tá í tíðini.

 

Óli og Jacob á læraraskúlan

Í 1935 fór Óli, elsti sonurin, ið vit síggja á jólakortinum frá 1919, til Havnar at ganga á læraraskúla og tað ber ikki beinari á enn tað, at har kemur hann at ganga í flokki við Jacob Olsen, mammubeiggja Rannveig. Teir báðir tóku læraraprógv í 1938 og gjørdust vinir fyri lívið. Teir høvdu mong felags áhugamál, samdir í politikki, áhugaðir í føroyskum dansi og føroyskum máli. Teir báðir hildu tí sambandið millum húsini og skrivaðu saman til jóla á hvørjum ári.

Annars kann skoytast uppí, at mammubeiggi Nicolinu, Marius Johannesen og Martin Joensen, sum var systkinabarn ommu Rannveig, men vaks upp saman við henni sum beiggi,  eisini gingu í sama flokki á Læraraskúlanum í Havn. Teir tóku prógv í 1926.

 

##med2##

 

##med3##

 

Samband millum Sandvík og Klaksvík

Sambandið millum familjuna norðanfjørðs og  Sandvík var altíð meira og minni, eitt nú var Poul, beiggi Óla, nógv har suðuri á ungum árum og búði hjá ommu síni og róði út við sandvíkingum. Óli og familjan ferðaðust onkuntíð suður eisini.  Men sambandið gjørdist enn betri, tá ið Óli og konan Bina í 1962 tóku skylddreingin Heðin úr Sandvík til fosturs. Tá vóru tey komin til Klaksvíkar at búgva nøkur ár frammanundan. Nú Nicolina og Rannveig hava leitað í gomlum kortum í sambandi við hesa greinina, fann Rannveig eitt kort frá Steinbjørn B. Jacobsen til Jacob, har hann nevnir, at rætt gjørdi Jacob at fara til vinin í Klaksvík at halda seksti ára føðingardag sín.

 

Í Hoydølum

Vit spola fram til 1973 og tá fer yngsta dóttir Óla, Nicolina, í Hoydalar at ganga í studentaskúla, og tað ber ikki betri á enn tað, at í sama flokki er systirdóttir Jacob, Rannveig. Rannveig hevur eina gamla poesibók, frá tí tær báðar eru 10 ára gamlar, har Nicolina hevur skrivað á síðstu síðu í bókini:

 ”Tá eg millum aðrar,

 í hesi bók skal verða goymd,

so velji eg tað síðsta blað,

 fyri seinast at verða gloymd”.

Og nú var lagamanni í studentatíðini at taka upp aftur  gamla vinalagið.

 

 ##med7##

 

Jólakortini frá Jacobi

Tey eldru børnini hjá Óla minnast, at jólakortini frá Jacobi vóru serlig. Tey flestu skrivaðu einans “Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár”, og skoyttu kanska onkur tíðini uppí, um onkur var deyður, føddur ella giftur, men Jacob stílaði kortið til Óla burturav, og endaði altíð við at nevna tey øll við navni “Heilsa mær Binu, Tóru, Andrassi og Árna”.

Jacob og Óli sendu jólakort sínamillum alla sína tíð. Tey seinnu árini fór sjónin at bila Jacobi, so ikki var altíð lætt at lesa tað, ið hann skrivaði, men hann fekk sær skrivimaskinu og tá bar betur til. Jacob var umframt at vera lærari eisini bóndi, og ofta var tinganest við jólakortinum, eitt nú kundi hann senda tvær síður av turrum kjøti, eitt pylsindur (blóðmør, sum tey siga har suðuri) ella eina rullupylsu. Tá ið Óli doyði í 1992 helt Jacob á við at skriva til húskið í Klaksvík og tá ið Jacob var farin í Harrans hendur í 1998, skrivaði Rannveig til Nicolinu, at “nú mugu okur báðar halda hetta sambandið við líka”.

Tað hava tær so gjørt, og nú 100 ára dagurin, fyri fyrsta jólakortininum kom, fóru tær at leita eftir gomlum kortum, men tað er ikki vanligt at goyma jólakort og tey flestu av teimum, sum eru farin ímillum hesi 100 árini, eru farin fyri skeyti. Tað fyrsta, vit hava, tað frá 1919, er sum sagt við mynd av børnunum, og Rannveig hevur eisini í nýggjari tíð sent mynd av børnum, fyrst soni sínum sum smádreingi og síðan børnunum, ið hon er ommusystir at. Í einum jólakorti frá 1993 skrivar Jacob soleiðis til Klaksvíkar: “Eg fari sum vant at senda tær eina heilsu, nú jólini standa fyri durum. Tað fækkast millum tey, eg kendi har í Klaksvík. Fyrst fór pápi tín, og nú báði Asbjørn og John Reid, Klaksvíkin er fátækari ... Skilið er vánaligt í Føroyum, og tað einasta, ið kann redda, er, at fiskurin kemur aftur. Annars haldi eg, at landstýrið letur seg brúka av dønum til at kúga føroyingar. ”

Tey seinnu árini er samskiftið sum sagt vorðið so nógv lættari og serliga Facebook og messenger hava gjørt, at tær báðar Rannveig og Nicolina samskifta alt árið og ikki einans til jólar. Í seinastuni eru tær farnar at spæla  orðaspæl í millum sín, og nú fúka boðini tíðum.

 

Jólakort í 100 ár

Jólini 2019 nærkast, og aftur í ár fara tær at seta seg at skriva eina serliga jólaheilsan til hvørja aðra. Rannveig var ørindi í Klaksvík um mánaðarskiftið og nýtti tá høvið til sjálv at bera jólaheilsuna inn á gólvið hjá Nicolinu. Og skjótt fer postbilurin at snara inn í túnið hjá Rannveig í Sandvík við eini heilsan úr Klaksvík. Tit kunnu líta á, at har verður frímerki á við mynd av messuaklinum í Sandvíkar kirkju.

“Gamlar vinir og gamlar gøtur skal eingin gloyma”, sigur orðatakið.

Gleðilig jól!

 

##med5##

##med6##