Hava sett hol á samráðingarnar

Flokkarnir sita nú til samráðingar á Gamla Apoteki

Fyri løtu síðan fóru Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin av álvara undir samráðingarnar til at skipa nýtt landsstýrið.

Fundast verður í hølunum hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apotek og eru tingmanningarnar hjá flokkunum til staðar, aftaná at innanhýsis fundir hava verið í flokkunum í morgun.

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, hevur góðar vónir til dagarnar, ið eru fyri framman, hóast hann væntar onkrar ósemjur.

- Man hevur altíð góðar vónir, tá man ger seg kláran til ein dyst. Men tað eru sjálvandi nøkur ting, ið vit mugu brúka meira tíð upp á at tosa um, segði samráðingarleiðarin beint áðrenn hann fór inn í samráðingarhølini. Hann ynskti kortini ikki at útdýpa hvørji mál talan eru um.

Samráðingarleiðarin upplýsti eisini, at enn er eingin tíðarætlan løgd fyri samráðingarnar, men at man stílar eftir at verða liðugur áðrenn freistina, ið Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, gav honum í gjár, tá hann fekk mandatið at leiða samráðingarnar. Tað vil siga klokkan 12 týsdagin.