Hava sett kanning í verk um tyrlupall á Glyvursnesi

?Men fortreytin fyri kanningini er, at møguleiki skal vera fyri at fara víðari við málinum, og at útbyggja við einum styttri flogvøll á Glyvursnesi, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður

Tórshavnar Býráð arbeiðir enn miðvíst við teirri víðfevndu ætlanini um ein stóran, altjóða flogvøll úti á Glyvursnesi.

Men farið verður fram í smáum.

Seinasta stigið hjá Býráðnum fram ímóti hesi ætlan, er, at nú er kanning sett í verk um at byggja ein tyrlupall á Glyvursnesi.

Tað eru flogvallarserfrøðingarnir í danska felagnum, Rambøll, sum ger kanningina fyri býráðið.

? Hesar kanningarnar verða gjørdar nú, samstundis, sum veðurmátingarnar verða gjørdar á Glyvursnesi, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.

Veðurmátingarnar byrjaðu í vár og verða væntandi lidnar aftur í vár.


Gera kostnaðarmeting

Býráðsformaðurin, sigur at kanningarnar, sum Rambøll nú fer undir, skulu vísa býráðnum, hvat tað í veruleikanum ber í sær at gera ein tryrlupall úti á Glyvursnesi.

? Vit vilja hava greiði á, hvat tað yvirhøvur merkir at gera ein tyrlupall, sigur býráðsformaðurin í Havn.

Tað vil siga, at býráðið vil hava at vita, hvat tað krevst skal verða á einum trylupalli, hvussu hann sær út, hvat hoyrir við til hann, og sjálvandi eisini hvat hann kostar.

Hinvegin skal Rambøll ikki leita eftir einum staði at gera tyrlupallin á.

Tí Býráðið veit longu, hvar hann skal vera.

? Hann skal vera í áleið 115 metra hædd.

? Tvs, at hann skal verða í somu hædd, og í somu linju, har funnið er fram til, at tað er best at leggja tann nógv umrødda, stóra, altjóða flogvøllin úti á Glyvursnesi.

Og ein fortreyt fyri teimum nýggju kanningunum hjá Rambøll, er júst tann, at nýggi tyrlupallurin skal gerast soleiðis, at møguleikar skulu vera fyri at fara víðari og byggja ein styttri flogvøll afturat.


Stórur áhugi

Hvussu langt býráðið kemur við hesum ætlanunum, veit býráðsformaðurin onki um enn.

? Onki er samtykt í býráðnum, hvørki um flogvøll ella tryrlupall.

? Tað einasta, sum er samtykt, er, at 500.000 krónur eru settar av til at kanna málið fyri.

Men Leivur Hansen leggur afturat, at tað er stórur áhugi í býráðnum fyri at kanna málið og at arbeiða við ætlanini.

? Men áðrenn nakað verður sett í verk, verður tað sjálvandi lagt fyri býráðið.

Hann sigur, at hann væntar væntar ikki at fáa landskassan upp í eina slíka ætlan á Glyvursnesi, so skal nakað gerast, verður býráðið sjálvt noytt til at finna fíggingina.


Glyvursnes er framtíðin

Leivur Hansen ivast ikki í, at tyrlupallur og flogvøllur á Glyvursnesi verður framtíðin.

? Stjórin í Atlantsflog hevur áður sagt, at verður tyrlupallur á Glyvursnesi, er hann sinnaður at lata ein størri part av innanoyggja tyrluflúgvingingi ganga útfrá Havnini.

Men hann vísir eisini á, at Tvøroyrar Býráð kannar eisini møguleikarnar fyri flogvølli har í kommununi.

? Tað gera teir væl fyri at kunna sleppa skjótari til Havnar.

? So verður tann flogvøllurin gjørdur, skal ein gerast afturat í Havnini.

Men Leivur Hansen dylir ikki fyri, at hann vónar, at tyrlupallurin - og møguliga tann styttri flogvøllurin- verður fyrsta stigið til tann stóran, altjóða flogvøll, sum tosað hevur verið um á Glyvursnesi.

Hann sigur, at útbyggingarmøguleikarnir í Vágum eru at kalla uppi.

? Flogvøllurin í Vágum kann ikki gerast stórt longri enn teir 200 metrarnar, sum ætlanin nú er at longja hann við. So tað er ongin framtíðarloysn.

? Tí er okkara besti møguleiki fyri at fáa ein veruligan, altjóða flogvøll at gera hann á Glyvursnesi.

Og hann sigur, at hann vónar, at hetta kann fáa glið á málið.