- Fyri seks árum síðani setti vinnarin Íverksetan á tímatalvuna og fyri tveimum árum síðani sendi skúlin øll børnini úr 4. til 9. flokk á skeið í tveir dagar um íverksetan. Fyri hetta hevur Eysturskúlin uppiborið ársins viðurkenning, segði Regin W. Dalsgaard.
Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóri, takkaði fyri heiðurin.
- Vit sóu, at vit høvdu læraraførleikarnar til at megna hetta og viðurkendu samstundis, at samfelagið hevur tørv á íverksetarum. Tí ynsktu vit at styrkja bæði lærarar og næmingar á íverksetaraøkinum, sigur hon.
- Tað góða við hesum, er at allir næmingarnir kunnu vera við, bæði teir bókliga sterku og teir, ið hava bókligar avbjóðingar. Hetta styrkir sjálvsvirði, áræði og hugin til skúlagongd hjá næmingunum, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Tað eru tey ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið og tí er týdningarmikið, at vit menna teirra evni og geva teimum røttu amboðini. Fólkaskúlin er pallurin, har hetta arbeiðið skal fara fram, var partur av grundgevingini hjá dómsnevndini fyri at geva Eysturskúlanum ársins viðurkenning.