SEV kallaði til eykaaðalfund í morgun har fíggjarætlanin fyri næsta ár skuldi avgreiðast. Ein partur av tí er at áseta, hvussu nógv prísurin á streymi skuldi kosta næsta ár.
Men tað fekst eingin semja í lag á fundinum, og tískil er fundurin niðurlagdur. Kári Johansen, formaður í stýrinum fyri SEV, sigur, at fundurin verður ikki tikin upp aftur fyrr enn eftir løgtingsvalið 8. desembur.
Hann sigur, at kommunustýrislimirnir, sum skulu atkvøða um fíggjarætlanina fyri næsta ár, fingu valfepur og vildu ikki góðtaka ta príshækking, sum SEV heldur eigur at vera næsta ár.
Prísurin á olju er nógv hækkaður, samstundis sum at vit standa fyri einum grønum, men dýrum, orkuskifti, og tískil hevði SEV skotið upp, at prísurin á streymi skal hækka 25 kilowattið næsta ár.
Men tað vildu nakrir kommunupolitikarar ikki góðtaka, og tí var eitt mótuppskot á veg um, at prísurin skuldi hækka 10 oyru kilowattið, men so skuldi SEV finna sparingar í rakstrinum fyri rest.
Kári Johansen sigur, at so hevði roknistykkið hjá SEV ikki hingið saman, og tað kundu tey ikki fara til lánveitarar at biðja um fígging við. Tí var eitt annað uppskot nevnt um at hækka prísin 20 oyru kilowattið næsta ár.
Men støðan varð so ógreið, at SEV gjørdi av at niðurleggja fundin og at taka hann upp aftur eftir valið fyri at fáa eina meiri edrúiliga viðger av fíggjarætlanini fyri næsta ár.
Kári Johansen sigur, at ivaleyst verður tað neyðugt at hækka prísin á streymi, nú skal greiða bara fáast á, hvussu tað skal gerast. Eitt, sum avmarkar ræðisrættin hjá SEV er, at tað er ein gomul avtala við landsstýrið um, at vinnulív skuldi fáa bíligari streym, og tað merkir, at privatfólk skulu bera ein lutfalsliga stóran part av hækkingunum. Tað er ein avtala, SEV tosar við landsstýrið um at broyta.