Hava spart 338 milliónir í olju og bensini

Men afturfyri eru vanlig húsarhald farin at brúka meir

Hetta seinasta árið frá apríl í fjør til í mars í ár, innfluttu vit fyri 8,1 milliard og tað er meir enn ein hálv milliard minni enn árið frammanundan. Telja vit ikki skip og brennievni við, er innflutningurin minkaður 88 mió. kr. ella 1,1 prosent, tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Frá í apríl í fjør til í mars í ár, minkaði innflutningurin av skipum 450 milliónir, men eitt, sum eisini loypur í eyguni, er, at vit hava eisini innflutt fyri 338 milliónir minni í brennievni hetta seinasta árið enn vit gjørdu árið frammanundan. Hetta seinasta árið hava vit innflutt brennievni fyri 908 milliónir og Hagstovan sigur, at tað er serliga tí at prísurin á brennievni er so nógv lækkaður. Sostatt er innflutningurin av brennievni minkaður 27 prosent í krónum.

 

Hetta seinasta árið hava vit hinvegin innflutt vørur til beinleiðis húsarhaldsnýtslu fyri slaka 1,9 milliard og tað eru 200 milliónir meir, ella 12 prosent meiri enn árið frammanundan.

 

Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari til vinnuna er vaksin, tó er minni innflutt av byggitilfari hetta tíðarskeiði.