Higartil í ár hevur landskassin spart 16,96 milliónir av tí, at grundarupphæddin í fólkapensjónini er lækkað.
Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vildi hava at vita frá henni, nógv landskassin hevur spart av tí at samgongan lækkaði grundarupphæddina.
Landsstýriskvinnan sigur, at gruindarupphæddin varð lækkað fyri at bøta um haldførið í búskapinum.
Sostatt er grundarupphæddin til fólkapensjónistar er lækkað 580 krónur um mánaðin, ella 6.960 krónur um árið. Men samstundis er viðbótin hækkað 150 krónur um mánaðin, ella 1800 krónur um árið.
Men fyri at lækkingin skuldi ávirka inntøkuna hjá fólkapensjónisti sum minst, er gjaldið úr Samhaldsfasta eisini hækkað, samstundis sum at skatturin er lækkaður.
- Broytingarnar merkja, at flest allir fólkapensjónistar hava meiri eftir at liva fyri, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon sigur, at av tí at grundarupphæddin er lækkað, fer landskassin at spara 52 milliónir í ár. Men at viðbótin hækkar, førir eina eyka útreiðslu upp á 10 milliónir við sær. So tilsamans fer landskassin at spara 42 milliónir krónur í fólkapensjónum í ár.
Higartil í ár hevur landskassin spært góðar fýra milliónir um mánaðin, ella 16,96 milliónir,
Í mai mánað vóru tað 7483 pensónistar, av teimum vóru 4281 giftir og 3202 vóru stakir.