Hava staðfest kroniska sjúku hjá Donald Trump

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fingið staðfest kroniska æðrasjúku, eftir at hann varð kannaður fyri hevilsi í beinunum.

Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix

Tað upplýsti tíðindaskrivarin í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, fyri tíðindafólkum hósdagin.

Tað upplýsir tíðindastovan AFP.

Serliga hevur læknin hjá forsetanum funnið útav, at 79 ára gamli Trump hevur “kroniska æðrasjúku”, sigur Leavitt.

Hetta er ein støða, har skaddar æðrar í fótunum forða fyri, at blóðrenslinum.

 

 

Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix