Tað var um 23-tíðina, at boðað var frá, at eldur var í einum sethúsum í miðbýnum í Havn.
Nú klokkan nærkast midnátt sigur sløkkiliðið, at teir hava tamarhald á eldinum og vænta, at hann verður sløktur heilt skjótt.
- Hann blussar upp av og á, men vit hava fult tamarhald á støðuni, sigur vakthavandi á brandstøðini í Havn.
Les eisini Eldur í sethúsum á Lützenstrøð