Útflutningur undir illgruna
? Vit halda ikki, at vit hava brotið lógina.
Hans Jacobsen, stjóri á alistøðini á Bakka og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, eru ikki samdir við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í, at teir hava brotið lógina.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur meldað alistøðina á Bakka og Bakkafrost fyri at hava brotið kunngerðina um niðurberjing av ILA og fyri at hava brotið matvørulógina.
Í tíðindaskrivi týskvøldið siga teir báðir stjórarnir siga, at teir hava hildið seg til forskriftirnar.
Men nú ivi er sáddur um framferðina, hava teir tikið tað til eftirtektar og hava steðga virkseminum.
Ongar viðmerkingar
Teir báðir stjórarnir siga, at teirra virki er eitt av teimum, sum hevur verið fyri tí vanlagnu, at verða rakt av ILA við teimum avleiðingum, tað hevur við sær.
? Vit hava síðani ILA varð staðfest á Skálafjørðinum í mars mánað havt tætt samskifti við Fiska & Djórasjúkudeildina á Heilsufrøðisligu Starvsstovuni um, hvussu farast skuldi fram.
? Vit hava fylgt teim mannagongdum, kunngerðum og lógum, sum fyriskriva, hvussu farast skal fram í slíkum førum og 14. hvønn dag hava teir havt eftirlit við virksemi okkara.
Hans og Regin Jacobsen sigur, at tað hava ikki verið stórvegis viðmerkingar, fyrrenn nú.
Hava skyldur
Teir siga, at umframt at hava skyldu til at halda seg til reglurnar, hevur einhvør fyritøka eisini skyldu til at aansa eftir teimum virðum, sum eru í fyritøkuni.
Hetta er ein skylda sum fyritøkan hevur, bæði mótvegis sær sjálvari, mótvegis fólkinum og mótvegis landinum.
? Hetta ger seg í serstakligan mun galdandi, tá ein hevur við livandi djór at gera.
Teir siga, at tá ið ILA fiskur verður tikin, skal ansast eftir, at fiskur við kliniskum sjúkueyðkennum ikki verður nýttur.
? Harvið er eisini sagt, at ILA fiskur kann takast, bera ansað verður eftir ávísum viðurskiftum.
Teir siga, at teir hava ansað eftir hesum viðurskiftum og hava skilt tann fisk frá, sum teir hava mett hava sjúkraeyðkenni.
? Hetta hevur verið gjørt við at skilt fiskin umborð á bátinum sum tekur fiskin upp, og á kryvjilinjuni, har fiskurin verður kruvdur.
? Henda skiljing hevur viðført, at vit hava burturbeint sløk 500 tons av laksi eftir forskriftunum fyri hávanda lívrunnið burturkast.
Teir siga, at fyri at minka um mongdina av fiski sum fer fyri skeyti av sjúkraáðum, hevur verið roynt at taka fisk áðrenn hann gerst sjúkur og doyr. Hetta má handfarast við skili so at ikki vandi er fyri at sjúkur fiskur kemur uppí tann fríska fiskin.
? Fiskin, sum vit hava tikið á henda hátt, hava vit selt til ein kunda í Eysturevropa. Yvirlit yvir allar hesar sølurnar eru send Heilsufrøðisligu Starvsstovuni.
Teir leggja afturat, at eingin slíkur fiskur seldur til ES.
? Vit hava ikki mett, at hetta varð brot á reglurnar um niðurberjing av ILA.
Men tá ið ivi nú er sáddur um hetta, hava teir tó tikið avleiðingarnar og eru steðgaðir við hesi mannagongd.
Teir siga ,at eini 90 tons av hesi vøru eru seld til kundan í Eysturevropa og at eini 43 tons liggja á goymslu, men tey verða burturbeind eftir boðum frá Heilsufrøðisligu Starvsstovuni.
? Kundin í Eysturevropa sum annars keypir nógva aðra vøru frá okkum, hevur verið væl nøgdur við alla vøruna, og vildið helst keypt meira.
? Vit hava tó verið noyddir at greiða honum frá, at hetta ikki letur seg gera, tá mynduleikarnir í Føroyum meta at vit eru gingnir ov nær reglunum um niðurberjing av ILA.
? Sostatt verður vøran sum er á goymslu burturbeind, og eingin slík vøra virkað framyvir.
Teir vísa annars á, at at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur melda teir til løgregluna og at málið sostatt nú liggur í hondunum á løgregluni og at tað verður hon, sum fer at gera av, um ákæra skal reistast ímóti teimum.