Hava tikið pláturnar av fleiri bilum í nátt

Annars hevur verið stak friðarligt

Aftur í nátt hevur løgreglan verið á ferð og hevur tikið nummarpláturnar av bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt. Herfyri fekk løgreglan ein lista frá Akstovuni við nummarplátuni á næstan 600 bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár og tí skulu pláturnar takast.

Løgreglan arbeiðir seg ígjøgnum listan og tey hava longu tikið pláturnar av fleiri bilum. Og aftur í nátt hevur løgreglan verið á ferð og hevur klipt pláturnar av 20 bilum, einum 10 bilum í Havn og 10 bilum norðanfyri.

Tá ið tað er komið hartil, at Akstovan heitir á løgregluna um at taka pláturnar, er bara ein máti at sleppa undan at missa tær, at rinda vegskattin og at hava eina kvittan fyri gjaldinum.

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt. Tey hava gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna í Sundalagnum. Har vórðu nógvir bilar kannaðir, men har koyrdu øll fyrimyndarliga.