Í dag veit forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at siga, at ukrainskar herdeildir hava tikið tríggjar bygdir í Kherson-regiónini aftur frá russum.
Seinastu dagarnar hevur russiski herurin mist landaøki, bygdir og býir, aftur til ukrainskar herdeildir, bæði har eysturi og har suðuri í Ukraina.
Volodymyr Zelenskyj hevur í video-talu í dag boðað frá, at bygdirnar, Novovoskresens'ke, Novogrygorivka og Petropavlivka, ikki longur eru undir russiskum ræði.
Sambært forsetanum er hetta hent seinastu 24 tímarnar, og tað er tíðindastovan AFP, sum endurgevur forsetan, Volodymyr Zelenskyj.