Hava tosað og spurt í 478 tímar

Fleiri stórmál detta burtur, men er viljin til staðar, ber til at fáa fleiri mál avgreidd

Hendir einki óvæntað, verður løgtingið ikki kallað saman aftur fyrr á ólavsøku.

Tað gjørdi Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, greitt, tá ið løgtingsfundurin endaði fyrr í kvøld, og Løgtingið fór í summarfrí.

Tingárið er frá ólavsøku til ólavsøku, og í hesum tingárinum hevur Løgtingið havt 80 fundir, sum tilsamans hava vart í 478 tímar, har løgtingslimir og landsstýrisfólk hava hildið røður og sett spurningar.

Tilsamans eru 176 mál løgd fyri Løgtingið og harumframt eru átta frágreiðingar lagdar fyri Løgtingið – men síðani tvey av málunum eru síðani tikin aftur.

Men nú Løgtingið er farið í summarfrí, er støðan tann, at eini 70 av málunum, sum eru løgd fyri Løgtingið, eru súltað í teimum ymsu nevndunum hjá Løgtinginum. Og avleiðingin av tí er, at, at verða tey ikki avgreidd fyri á ólavsøku, detta tey niðurfyri.

Nøkur stórmál eru ímillum tey, eitt nú vælferðarlógin, lógin um náttúrumargfeldni, vegirnir í sambandi við Eysturoyartunnilin, lógin um at loyva Bústøðum at læna pening at byggja bústaðir fyri, lógin um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki, fyri at nevna nakrar.

Og tað liggur ikki í kortunum, at tey verða avgreidd, tí løgtingsformaðurin gjørdi greitt, at eftir ætlan var tingfundurin í gjár tann seinasti tingfundurin í hesum tingárinum.

Tað merkir, at hendur einki óvæntað, verður Løgtingið ikki kallað saman aftur fyrr enn ólavsøkudag, tá ið eitt nýtt tingár byrjar.

Men Páll á Reynatúgvu kastaði kortini bóltin í føvningin á løgmanni og løgtingslimunum, tí hann  minti á, at eftir tingskipanini kunnu tveir fimtingar av Løgtingslimunum, biðja hann kalla Løgtingið saman aftur, men so skulu teir eisini hava eina dagsskrá yvir tey mál, tey vilja hava Løgtingið at viðgera.

Tað merkir, at skriva 14 løgtingslimir undir eina áheitan á løgtingsformannin um at kalla Løgtingið saman at viðgera nøkur ávís mál, skal hann gera tað, uttan at dvølja óneyðugt, sum tað stendur skrivað.

Eisini løgmaður einsamallur, kann biðja hann kalla Løgtingið saman at viðgera nøkur ávís mál.

Og løgtingsformaðurin vísti eisini á, at tað stendur til formenninar í teimum ymsu nevndunum at gera av um nevndirnar skulu arbeiða víðari við teimum málum, sum annars liggja eftir, og sum ikki eru avgreidd, og sum sostatt detta burtur.

Í hesum tingárinum hevur Fíggjarnevndin annars havt 36 fundir, Vinnunevndin hevur havt 28 fundir, Trivnaðarnevndin hevur havt 26 fundur, Rættarnevndin hevur havt 25 fundir, Uttanlandsnevndin hevur havt 18 fundir og Mentanarnevndin hevur havt 12 fundir, og so hevur Landsstýrismálanevndin havt tveir fundir,  

Serliga nevndin, sum varð sett at viðgera lønina og pensónina hjá løgtingslimum, hevur eisini havt fýra fundir.

Og harafturat hava løgmaður og landsstýrisfólk svarað heili 210 skrivligum og munnligum spurningum frá løgtingslimum.