Eysturkommuna hevur skrivað undir sáttmála við AP Busskoyring um at røkja bussleiðina í Eysturkommunu komandi fimm árini.
Avtalan ber í sær, at fyrstu tvey árini av sáttmálatíðarskeiðnum verða møguleikar fyri at skifta til el-bussar kannaðir nærri.
- Ynskiligt er at ganga grønu leiðina, men áðrenn nøkur stór íløga verður gjørd í el-bussar, skal hetta kannast nærri fyri at staðfesta, hvørjir møguleikar eru, og hvørjar fíggjarligu avleiðingarnar av hesum eru.
Tað siga tey í Eysturkommunu í dag.
Nýggi sáttmálin millum Eysturkommunu og AP Busskoyring ber eisini við sær, at bussleiðin koyrir fleiri túrar um vikuna, umframt at fleiri túrar verða í summarfrítíðini.