- Hava vant miðvíst til dystin

Ein av veteranunum hjá Stjørnuni er kviki vongspælarin Bára Skaale Klakstein. Hon sigur, at í Stjørnuni hava tær í fleiri vikur vant við dystinum móti VB fyri eyga.

Stjørnan

Hóast útlitini fyri at Stjørnan leygardagin kann endurvinna meistaraheitið, so sigur Bára Skaale Klakstein, at tær eru ógvuliga uppsettar til dystin móti VB.
- Tað er einki at ivast í, at vit gleðu okkum til dystin móti VB. Vit vilja fegnar enda árið við maner, og tað skal gerast við at vinna á VB, hóast tað neyvan fer at røkka til FM, sigur Bára.
Hon greiður frá, at seinastu 12 árini hava føroyameistararnir í kvinnuhondbólti vunnið seinasta dystin á árinum, men tann gongdin skal steðgast í ár.
Stjørnan hevur allar sínar leikarar klárar til dystin móti vágskvinnum, og hóast kappingin av álvara er dovnað seinastu vikurnar, so sigur Bára, at hetta ikki hevur sæst aftur undir venjing hjá Stjørnuni.
- Vit hava vant sum vanligt allatíðina, og uppmøtingin til venjingarnar hevur verið góð. Vit hava vant við dystinum móti VB fyri eyga, og vit ætla okkum at prógva leygardagin, at vit eru líka góðar sum tær, sigur Bára Skaale Klakstein.
Spurd um uppbakningurin hjá Stjørnuni er tann sami, nú fótbólturin er farin í gongd, sigur Bára:
- Tað sæst týðuligani aftur í høllini, at fótbólturin er byrjaður aftur, serliga um veðrið er gott. Men eg ivist ikki í, at tað verða nógvir klaksvíkingar til dystin hjá okkum leygardagin, millum annað tí at KÍ ikki spælir fyrr enn sunnudagin, og so plaga dystirnir millum Stjørnuna og VB eisini at verða rættuliga góðir og spennandi, sigur Bára Skaale Klakstein.