Hava vit brúk fyri frelsu ella dómadagspredikantum?

Fyri umleið 20 árum síðani fóru fólk at gera seg klók upp á gongdina í samfelagnum. 80 ára veitslan hevði ein enda tikið, og maður kom kropp á kroppi og greiddi Føroya fólki frá, hvussu illa stóð til í samfelagnum. Ivi var sáddur um, um tað var liviligt í Føroyum og at grasið var grønari aðra staðni enn heima hjá okkum sjálvum

Hendan vanlukkuliga gongdin helt á fram, og í 1992 var boðskapurin komin út um landoddarnar, soleiðis at danska fíggareftirlitið eisini vildi verða við í hesum kórinum av fólki sum bert vilja síggja trupulleikarnar heldur enn at arbeiða við møguleikunum.

Øll kenna vit gongdina tá. Vit trýstu fleiri túsund føroyingar av landinum. Her bleiv ikki liviligt, og nógv vóru tey, sum komu í fíggjarligt óføri. Arbeiðsloysisskipanin var stovnað og klárari nóg illa at breyðføða tey, sum komu tvørs fyri.

Ein kendur vinnulívsmaður segði tá, at ringt var í 20’unum, verri var í 30’unum og 50’unum, men so ringt sum í fyrst í 90’unum hevði tað ongantíð veri. Sethúsaeigarar høvdu bundið seg til ovurhonds stóra skuld saman við at allir almennir kassar vóru tómir. Peningastovnarnir ridlaðu, og vit og teir máttu hjálpast við fíggjarligum lánum úr Danmark.

Tey sum áttu pening á bók vistu ikki síni livandi ráð. Øll høvdu fingið at vita, at nú mátti haldast aftur, tí samfelagshjólið mól skjótari enn gott var.

Og nú eru vit á veg inn aftur í hesa negativu umtaluna. Øll halda andanum, tí tú veitst ikki, hvat morgindagurin hevur at bjóða. Eftirklókskapur og prædika um, hvussu illa stendur til, er at lesa í bløðunum og at hoyra í tíðindasendingunum.

Tá tú sáar iva, so fara fólk at ivast.

Spælitímin á altjóða peningamarknaðinum er liðugur, og vit lata okkum draga við hesum, men stendur tað so illa til, sum dómadagspredikantar vilja verða við? Er tað ongin sum vil tala um frelsu?

Mín meining er, at vit skulu halda uppat við at lata okkum draga av slíkum negativum tosi. Lat okkum heldur tosa um, hvussu vit kunnu byggja hetta landið. Í mun til 90’ini hevur landskassin tað gott, og vit hava eina arbeiðsloysisskipan, sum er fíggjarliga væl fyri.

Tey sum eiga pening mugu fyri guðs skyld ikki lata seg ávirka av hesi negativu umtalu, tí gera vit tað, so eru vit viðvirkandi til at stegða samfelagshjólunum, og tað er tað ongin sum vil.