Hava vit ov nógvan seyð í Føroyum?

Tað er ein spurningur, Høgni Hoydal nú fer at greina

Hava vit ov nógvan seyð í Føroyum, og er neyðugt at minka talið. Tað er ein spurningur, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, nú hevur sett sær fyri at greina.

 

Hann hevur sett sær fyri at orða ein nýggjan landbúnaðarpolitikk. Og ein partur av tí verður eisini at útgreina áseyðatalið, um tað er hóskandi til tað lendi, vit hava, og um tað er hetta áseyðatalið, sum er tað rætta i royndunum eftir at fáa sum mest burtur úr landbúnaðinum.

 

Í hesum sambandi kann nevnast, at í gjár gjørdi ein landbúnaðarráðgevari greitt í KvF, at tað verður neyðugt at skerja áseyðatalið rættiliga fitt, fyri at fáa sum mest burtur úr.

 

Tað eru eisini nógv, sum føra fram, at vit hava alt ov nógvan seyð, tí avleiðingin er, at alt, sum veksur, er bitið niður í svørðin. Ov avleiðingin av tí er so aftur jarðriv og skriðulop, ella at hagin verður avvaksin av vøkstri, sum ikki kann brúkast til bit.

 

Hinvegin ásannar landsstýrismaðurin, at hetta verður ikki sum at siga tað, tí tað verður torført, og sum støðan er nú, eru tað hagastýrini, sum áseta talið á seyði.

 

 

Les eisini: Vit skulu fáa meiri burturúr

 

 

Hann sigur, at hetta skal gerast í sambandi við fakfólk og vinnuna og endamálið er at tryggja, at vit fáa sum mest burturúr okkara landbúnaði.

 

Men hann vísir eisini á, at tað er munur á vinnuligum jarðarbrúki, og so teimum mongu, ið hava tað til ítriv.