Havbúnaðarfelagið letur marknaðin ráða

Tað er ikki umboðandi sjónarmiðini hjá alivinnuni, tá stjórin á Bakkafrost sigur at ein møgulig bjargin av Norrønu er eitt bakkast Tað sigur stjórin í Havbúnaðarfelagnum, Ragnar Joensen, í viðmerking til tað, sum stjórin á Bakkafrost hevur ført fram fyrr í dag.

Hann sigur, at Havbúnaðarfelagið er fyri at øll vinna skal rekast eftir marknaðarkreftunum og á handilsligum grundarlag.

- Hóast tað hevði verið bekvemt fyri okkum at vit fingu Norrønu at sigla 2 ferðir um vikuna til Europa við feskum fiski, so eru vit sannførdir um, at so leingi tørvurin á at fáa feskan fisk niður til marknaðin, so vilja marknaðarkreftirnar eisini syrgja fyri at ein nýggj loysn verður funnin. Vit

koma helst eisini at fáa eina betri varandi loysn um hetta felagið ikki verður loftað.

- Um tað hinvegin skal takast ein politisk avgerð, um at føroyski almenni infrastruktururin ikki einans skal umfata vegir og havnir her í landinum, men eisini galda flutning av fólki og farmi til evropeiska meginlandi, so er hetta eitt størri mál, sum ikki kann viðgerast í skundi, men krevur longur sakliga viðgerð, sigur Ragnar Joensen, formaður í Havbúnaðarfelagnum.