Fyrr í ár bleiv rækjutrolarin Havborg seldur til Russlands. Tummas Justinussen, ið var reiðari á Havborg, segði, at tíðin var tann rætta at selja trolaran, tíð eftirspurningurin var stórur í løtuni eftir trolarum av tí slagnum.
Keypsavtalan var gjørd í juni, men enn liggur Havborg, ið nú eitur Arctic Lion, við bryggju í Havn. Orsøkin er fyrst og fremst, at tað tekur sína tíð at fáa skipið skrásett í Russlandi, sigur skiparin Jóhannes Joensen.
- Tað tekur sítt at fáa skipið skrásett í Russlandi og nakrar broytingar hava verið neyðugar. Nú er tað mesta tó komið uppá pláss og eg vænti, at tá ein mánaður er liðin, so skuldu vit verið á veg til Russlands, sigur Jóhannes Joensen, skipari.
Nakrir føroyingar halda fram við skipinum. Jóhannes Joensen heldur fram sum skipari. Harumframt verða stýrimaður, fabriksformaður og trolbassur eisini føroyingar. Havborg, ið also framyvir skal eita Arctic Lion, fer at hava heimstað í Sankta Pæturborg.
Arctic Lion var bygd í 1989 og kom í føroyska flotan í 2000. Bessi, sum hann æt tá, var keyptur úr Íslandi til Vágs og fekk navnið South Island. Trý ár seinni, í 2003, var South Island lagdur og í 2004 bleiv hann keyptur norður til Leirvíkar og fekk navnið Havborg.