Havfrúgvin sannførandi sigur

Kvinnurnar úr Vestmanna umborð á Havfrúnni hava í dag vunnið fyri fimtu ferð í summar. Harvið hava tær vunnið allar róðrarnar, og tað er lítil ella kanska eingin ivi um, at tað fer at eydnast Havfrúnni at vinna FM.

Sigurin á Fjarðastevnu í heimasjógvi í Vestmanna var sera sannførandi.

Havfrúgvin legði seg á odda beinanvegin, og fjarstøðan aftur til kappingarneytarnar øktist stútt og støðugt. Tá ið Havfrúgvin fór um málið, var hon tvær bátslongdir frammanfyri Blik, sum enn eina ferð var nummar tvey, og enn eina ferð var Firvaldur nummar trý.

 

1 Havfrúgvin 05:56.19

2 Blikur 06:02.11

3 Firvaldur 06:05.15

 

Støðan

1 Havfrúgvin 35

2 Blikur 30 1G

3 Firvaldur 25

4 Strípan 16 1G

5 Falkur 12

6 Sílið 2