Tað var satt drama, tá ið 5-mannaførini við kvinnum skuldu við umróðri finna út av, um tað var Havfrúgvin ella Ørnin, sum vann á ólavsøku. Tað var neyðugt við umróðri, tí hesir báðir bátarnir fóru púra javnir um málið.
Beinanvegin, tá ið startskotið hevði ljóðað í umróðrinum, hoyrdist eitt skot aftrat. Dómarin avblásti róðurin, og frágreiðingin var, at dómarin metti, at Havfrúgvin hevði tjóðstartað. Harvið var hon kolldømd í ólavsøkuróðrinum.
Ørnin er sostatt vinnari av ólavsøkuróðrinum, og Drekin er nummar tvey.
At teir einki stig vunnu í dag ber tó ikki við sær, at Havfrúgvin missir FM heitið.