Um vikuskiftið fara nólsoyingar at framføra sermerkta leikin, Havgird, í Losjuni í Gøtu. Leikurin er vorðin til í einum samstarvi við kenda íslendska leikstjóran, Águstu Skúladóttir, sum saman við leikarunum hevur gjørt leikin.
Í stuttum viðgerð leikurin lívið hjá fimm verum á havsins botni, vit fáa innlit í, hvussu tær komu niður har, og hvussu teirra gerandisdagur er.
Leikurin er eitt væl samansett spæl í ljóði og ljósi, bæði við sínum álvarsomu senum eins og skemtibrot eru við.
Leikurin verður sýndur í losjuni í Gøtu leygarkvøldið klokkan 20 og sunnudagin klokkan 18.
Til ber at bíleggja atgongumerki á telefon 28 70 84.