- Havi altíð droymt um at vera drongur

Tríggir tvørkyndir føroyingar siga sína hugsan um nýggja lógaruppskotið um løgfrøðiligt kynsskifti

Í Vikuskiftis Sosialinum koma vit nærri einum útsettum minniluta í Føroyum, sum eftir nýggjum lógaruppskoti skjótt skulu sleppa at skifta sítt kyn løgfrøðiliga. Tríggir tvørkyndir føroyingar greiða frá sínari søgu og fortelja, hvussu tað er at vera tvørkyndur í Føroyum og hvørjar avbjóðingarnar eru.

 

Tað var Sonja Jógvansdóttir, ið týsdagin legði uppskot fram um at gera tað gjørligt at skifta kyn løgfrøðiliga. Vit hava spurt øll tingfólkini, hvat tey prinsipielt høvdu atkvøtt fyri. 

 

- Uppá ein máta má mann ofta klípa seg í armin og spyrja seg sjálvan, um mann droymir, sigur Jógvan á Lakjuni, sum sær uppskotið sum eina hóttan ímóti føroysku siðmenningini.

 

Les í Vikuskifti Sosialinum hvat Jógvan á Lakjuni stúrir fyri fer at henda, um ein slík lóg skuldi blivið veruleiki, og hví Sonja Jógvansdóttir metir lógina vera neyðuga.