Miðskeiðis í sjeyti árunum fór ungur maður at gera vart við seg sum tónaskald. Hann skrivaði hvørki popp- ella rocktónleik, sum aðrir ungir tónleikarar gjørdu, men instrumentaltónleik – serliga stykki fyri klaver. Tá í tíðini var so at siga eingin føroyskur intrumentaltónleikur av hesum slagi, og tí varð hesin unglingin undangongumaður á økinum.
Síðani er Pauli í Sandagerði bæði kendur og viðurkendur fyri sína mongu og fjølbroyttu tónleikaverk. Pauli hevur í meira enn hálva øld skrivað tónleik av øllum hugsandi slagi – klavertónleik, sonatur, modernaðan kamar- og orkesturtónleik, kórverk, fólkatónleik og mangt annað.
Pauli í Sandagerði vaks upp í Sandagerði og gekk í skúla á Argjum. Hann hevði bæði hug og hegni at skriva tónleik.
– Ein orsøk til, at eg fór at skriva tónleik, er helst, at tað eru onkur keðilig gen í familjuni. Eg var nokk so egin og einsamallur. Tá í tíðini vart tú ikki útgreinaður og settur í viðgerð fyri onkrar bókstavir. Tú mátti bara klára teg sjálvan. Tónleikur hevur við vissu hjálpt mær væl, og eg havi helst brúkt tónleikin til at krógva meg í. Havi brúkt hann til at finna frið inni í mær sjálvum. Tað er heppið, at eg hevði tónleikin til tað, tí tað kundi verið okkurt nógv verri enn tað. Tónleikurin bjargaði mær, sigur Pauli í Sandagerði við Sosialin.
– Tónleikurin hevur verið terapi hjá mær, so tað ber til at siga, at eg havi nógvar túsund síður við terapi, og tað besta av øllum er, at tað verður spælt alla møguliga staðni – onnur hava eisini tørv á hesari terapi, sigur Pauli við skálkabrosi.
– Eg havi ongantíð skrivað tónleik fyri at imponera nakran. Eg havi skrivað tónleik, tí eg havi havt hug til tað. Jú, eg havi eisini skrivað verk eftir umbøn, men ongantíð fyrr enn eg havi kent á mær, at eg hevði hug, sigur hann.
Longri samrøða við Paula í Sandagerði kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.