Karsten Hansen hevur ongar viðmerkingar til eitt møguligt tilboð um at gerast fíggjarmálaráðharri
RÁS2 SENDIR BEINLEIÐIS ? LURTIÐ EFTIR RÁS2 Tá samráðingarnar byrjaðu aftur eftir nátturða hitti Rás2 nýggja atkvøðuslúkin hjá Miðflokkinum, Karsten Hansen. Rásin vildi fritta eitt sindur um gitingarnar í Sosialinum í dag, at Karsten Hansen fór at gerast fíggjarmálaráðharri, sum hann var undir sjálvstýrissamgonguni í seks ár.
- Tað liggur einki í kortunum, sum sigur nakað sum helst um, at eg skal nakra sum helst staðni, var svarið frá Karsten Hansen.
Hann vísti á, at einki orð enn var grett um málsøkini og hvussu tey verða býtt, tíansheldur navn sett á persónar, sum møguliga gerast landsstýrismenn.
- Men eg havi einki at prógva, sigur Karsten Hansen og vísir til júst tey seks árini hann sat í Fíggjarmálaráðnum.
Hinvegin sigur hann, at hann ongantíð hevur verið bangin fyri avbjóðingum, og tað er hann heldur ikki nú.