Havið er psykopatiskt

Havið er sum ein psykopatur. Tú ánar ikki, hvar tú hevur tað, og veist ongantíð, um tað fer at kína tær ella geva tær ein logandi frammaná. Sum søgusigari kanst tú ikki ynska tær betri tilfar, heldur danski rithøvundurin Carsten Jensen


Ótrygga tilveran hjá sjófólki er sum skapt til at skriva skaldsøgur um. Bara havið í sær sjálvum er so ræðandi og forførandi, at rithøvundurin skal leita leingi eftir betri tilfari.

Tað heldur rithøvundurin Carsten Jensen, sum var eitt av høvuðsnøvunum á Bókmentadøgunum um vikuskiftið.

Carsten Jensen gjørdist av álvara kendur sum rithøvundur, tá hann gav út skaldsøguna Vi, de druknede fyri tveimum árum síðani. Søgan tekur støði í heimbýnum hjá høvundanum, lítla sjófararabýnum Marstal á Ærø í 1800 talinum. Haðani fylgja vit fýra ættarliðum av sjómonnum, sum settu sítt lív í váða á heimshøvunum ofta við ræðuligum avleiðingum fyri tey, ið sótu eftir heima. 



Sjúklinga spennandi

Vi de druknede er ein skaldsøga um ógvusligar kenslur - um deyða, kærleika, hatur og longsul við skiftandi hetjum og bartrogum. Og fyri høvundan var tað næstan eyðsæð, at sjólívið skuldi vera karmur um hesi lívsins náðileysu stríð.

- Sjólivið hevur ein innbygdan spenning í sær, snøgt sagt tí tú ongantíð veist, um sjómaðurin kemur heimaftur. Og um hann kemur aftur, hevur havið so broytt hann og á hvønn hátt? Og hvussu ávirkar tað tey, sum hava bíða eftir honum, ella er tað yvirhøvur nakar, sum hevur saknað hann?, sigur Carsten Jensen og vísir á, at í fleiri mátar er hetta eisini tað, sum er drívmegin í krígsromanum.

Serliga er tað hendan støðuga óvissan, sum aftur og aftur kroystir menniskju út á eggina kensluliga, sum hugtekur høvundan.

- Havið er sum ein psykopatur - forførari og bøðil alt í einum. Tú ánar ikki, hvar tú hevur tað, og veist ongantíð, um tað fer at kína tær ella geva tær ein logandi frammaná, áðrenn tú veist av. Tí er tað eisini okkurt sjúkliga spennandi við at vera saman við psykopatum, heldur rithøvundurin. 



Ongin smáligheit

Carsten Jensen dylur ikki yvir, at fyri hann er bókin eisini eitt slag av heimstaðarsøgu um býin hann kemur frá. Og her rennir sterka kenslan av felagsskapi, bæði millum sjómenninar og fólkið í býinum sum ein reyður tráður gjøgnum søguna.

Framhaldið av bókini, skaldsøgan Sidste rejse, snýr seg hinvegin um ein, ið fegin vil, men ikki sleppur inn í felagsskapin. Sjálvur flutti Carsten Jensen sum ungur frá Marstal til stórbýin, har hann tók sína útbúgving sum bókmentafrøðingur. Ikki óvæntað hava fleiri tí gitt, at seinna bókin er søgan um høvundan sjálvan, sum sveik heimbýin og tískil bleiv hildin uttanfyri felagsskapin.

Carsten Jensen ristir við høvdinum.

- Als ikki. Víst er Marstal lítil, men býurin er ikki smáligur uppá handan mátan. Tá Vi, de druknede kom út skipaðu tey fyri stórum hátíðarhaldi við fløggum í gøtunum og borgmeistararøðum og øllum. Eg minnist, at eg mitt í øllum trunkanum av fólki hoyrdi ein journalist spyrja ein sjómann, um hetta ikki var at gera í so nógv burturúr einum rithøvunda. Tað var týðiligt, at journalisturin fiskaði eftir smáligheitini, men hann fekk hvørki tað svarið ella ta yvirskriftina, hann vildi hava frá sjómanninum. So nei, eg kenni meg avgjørt ikki útihýstan frá felagsskapinum í Marstal. Tvørturímóti, sigur Carsten Jensen og leggur afturat, at faktiskt bleiv skaldsøgan í ávsísan mun til sum eitt felags projekt millum seg og fólkið í býnum.

- Eg brúkti eini fimm ár um at skriva bókina, og so hvørt, kapitlarnir blivu lidnir, plagdi eg at lesa teir upp í bygdahúsinum, so fólk kundu fylgja við. Einferð fekk eg tað hugskot, at biðja tey koma við egnum ískoytum til søguna. Fleiri tóku av tilboðnum alt fyri eitt, so eg fekk heilt nógv tilfar uppá tann mátan, sigur Carsten Jensen, sum eisini fekk stóra hjálp til bókina frá lokala sjófararasavninum.

Sum enn eina heilsan til bókina skipar ferðamannaskrivstovan í Marstal nú fyri gongutúrum gjøgnum teir partarnar av býnum, sum eru karmur um søgugongdina í Vi, de druknede