Havi hvørki hugsað ella sagt, at eg ikki atkvøði fyri løgtingsfíggjarlógini

Tað hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at tingfólk Fólkafloksins í Norðoyggjum hava tikið so mikið harðliga til orðanna, at tey ikki atkvøða fyri fíggjarlógini fyri 2000.

Eg meini enntá, at eg havi sæð hetta í oddagrein í einum av føroysku bløðunum.

Lat meg siga enn einaferð, at tann viðferð, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið frá okkara heilsumálastýri er farin út um alt mark, henda niðurgerð av bæði læknum, røktrarfólki og starvandi annars og ikki minst niðurgerð av sjúklingum hoyrir ongastaðni heima.

Tað havi eg mótmælt á røttum stað, og tað fari eg framvegis at vísa á.

Lat meg sláa fast yvir fyri fjølmiðlum, maktum og myndugleikum, at eg havi hvørki sagt, hugsað og allarminst ætlað mær at atkvøtt ímóti eini fíggjarlóg.


Jógvan við Keldu,

løgtingsmaður