Havi ikki funnið høvuðsleikaran enn

Annika á Lofti fekk í morgun 300.000 at gera film fyri. Nú fer hon at leita eftir høvuðsleikaranum.

19 filmsverkætlanir fingu í dag stuðul frá Mentamálaráðnum. Tilsamans er talan um 1,5 milliónir krónur í stuðuli.

 

Hægstu upphæddina fekk Annika á Lofti, sum hevur fingið 300.000 krónur at gera filmin Góða Mary.

 

Talan er um fyrsta spælifilm hennara ”Góða Mary”, sum snýr seg um ágang ímóti børnum, um kærleika, tá hann er forboðin, fjaldur og óynsktur. Søgan verður upplivað gjøgnum ein stillan 12-ára gamlan drong.

 

Annika á Lofti er ikki eitt ókent navn í føroyska filmsheiminum. Hon fekk í 2012 áskoðaravirðislønina í Geytanum fyri filmin Mist.

 

Hon sigur, at nú verður farið undir at finna leikararnar, serliga høvuðsleikaran og síðani kunnu upptøkurnar byrjað, vónandi innan fyri næstu 14 dagarnar.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við leikstjóran.