"Eg komi og stingi ein krók í høvdið hjá tær og fari at hyggja, meðan tú bløðir til deyða á sandinum. Tá skulu vit nokk síggja, hvør tann størri maðurin er."
Líknandi boð full við illbønum hevur amerikumaðurin Matthew Workman javnan fingið seinastu 10 árini. Hann hevur síðan 2009 tosað um Føroyar og føroysk viðurskifti í sínum fjølbroytta og livandi poddvarpi, sum eitur Faroe Islands Podcast. Har hevur hann javnan umrøtt grindadráp, har hann eitt nú hevur tosað við serkøn um grindadráp, eins og hann eisini hevur tikið upp, meðan hann hevur verið til staðar á sandinum.
Men hetta er ikki fallið í góða jørð hjá fleiri fólkum frá ávísum umhvørvisfelagsskapum, ið ikki ynskja, at Føroyar skulu drepa grind.
- Eg havi ikki tal á, hvussu nógvar drápshóttanir eg havi fingið higartil. Tað er ikki akkurát tann reaktiónin, eg væntaði at fáa, tá eg byrjaði at gera hetta lítla margháttliga poddvarpið, sigur Matthew Workman.
Dupultmoralur leingi livi
Fyri at vísa á dupultmoralin hjá grindamótstøðufólkunum, sum hótta menniskju fyri at verja djór, plagar vanliga svarið hjá Matthew Workman at vera:
"Tað letur til, at tú ert djóraaktivistur. Tú veitst væl, at eg eri eitt djór, ha?"
Annars plagar hann bara at blokera tey, sum senda honum hóttanir og onnur háðandi boð. Hann hevur eisini roynt at melda tað til Facebook, men har hevur hann upplivað, at Facebook ikki metti, at boðini og viðmerkingarnar fóru yvir um mark.
##med2##
- Tey eru fundamentalistar
Matthew Workman sigur, at besti mátin at skilja hesi fólkini uppá, er at síggja tey sum fundamentalistar.
- Teirra innasta sannføring, sum í sær sjálvum er rósverd, er, at mann skal ikki vera óreinur við djór. Men so enda tey har, sum allir fundamentalistar gera, og siga: "Vit mugu drepa øll, sum eru ósamd við okkum."
Hesi fólkini vildu fyri alt í verðini ikki hava, at hann skuldi tosa so objektivt um grindadráp, samstundis sum teimum ikki dámdu, at Føroyar, sum í teirra eygum er barbariskt, fekk so góða umrøðu yvirhøvur. Í staðin fyri eitt konstruktivt kjak valdu aktivistarnir heldur at blíva persónligir og gera seg inn á virksemið hjá Matthew Workman.
Nettrøll funnu hashtaggið
Í 2014 skipaði Matthew Workman fyri einari rundferð í Føroyum fyri seks ferðafólkum. Tey funnu upp á at byrja eitt innanhýsis hashtag (hashtagg: #), soleiðis at tey kundu síggja myndir og annað hjá hvørjum øðrum á sosialu miðlunum Twitter og Instagram.
- Eftir 36 tímum høvdu nettrøllini funnið hashtaggið, sum tá var yvirfloymt av grafiskum myndum, æruskemming, hóttanum og øðrum. Dagin eftir góvust vit at brúka hetta hashtaggið.
Talið av deyðshóttanum byrjaði av álvara at vinda upp á seg, aftaná kendi sjónleikarin og skemtarin Ricky Gervais úttalaði seg um eina grind í Bø síðst í juli 2015. Hann deildi mynd av grindadrápinum, sum hann kallaði tragiskt, og segði, at tað sá út sum, at vit menniskju vóru á veg at "fokka" Jørðina upp.
Tosaði um tað í poddinum
Matthew Workman var sjálvur til staðar til umstrídda grindadrápið í Bø. Áðrenn hetta hevði hann ongantíð upplivað eitt grindadráp, og hann gagnnýtti tí møguleikan at síggja tað í veruleikanum, so hansara meining um grindadráp kundi standa á einum konstruktivum grundarlagi.
Hann hevði upptøkugreyðirnar til poddvarpið við og byrjaði at taka upp í bilinum á veg til grindina, har hann hugleiddi um støðuna.
Á veg heim frá grindini fekk hann ein teldupost, har ein aktivistur hótti við at drepa 250 føroyingar - ein føroying fyri hvønn hval, sum varð dripin í stóru grindini í juli 2015.
##med3##
- Aktivistar gagnnýta myndirnar fyri pengar
Sum journalistur hevur Matthew Workman altíð roynt at verið objektivur um grindadráp. Men hann slapp ikki undan at taka støðu til tað, tí føroyingar og útlendingar blivu við at spyrja hann um hansara meining.
Tí gjørdi hann av at geva sína meining um grindadráp til kennar í sama podd-parti tveir mánaðir aftaná grindadrápið í Bø. Har ásannaði hann, at tað virkaði ógvusligt og var kensluborið. Men samstundis var hann greiður yvir, at grindadráp í síðsta enda bara snýr seg um at fáa mat á borðið, eins og tá hann fær beykon og annan mat á borðið. Matthew Workman segði soleiðis:
- Tað eru fá fólk í vesturheiminum, sum hava atgongd til myndir av djórum, sum verða dripin í tí fría. Myndirnar eru sensationellar, og fólk síggja tær uttan nakran samanhang. Hetta loyvir aktivistum og umhvørvisfelagsskapum at leggja sín egna týdning í myndirnar og brúka tær til at skapa øsing fyri at fáa almenna umrøðu og pengar. Og í hesum tíðum við click-bait virkar tað sum, at miðlar um allan heimin púra ókritiskt vilja deila tíðindini og myndirnar.
Mátti taka ein steðg
Drápshóttanirnar og illu boðini ávirkaði hann í stóran mun.
- Tað var trupult at gera hasar viðmerkingarnar til grindina, og eg mátti taka ein steðg frá poddvarpinum í ein mánað aftaná hetta. Eg hevði tørv á at sleppa eitt sindur burtur frá øllum, sigur Matthew Workman.
Ætlanin var tí, at hetta skuldi vera síðsti partur, har hann yvirhøvur tosaði um grindadráp. Men hann reistist aftur og gjørdi nakrar partar um grindadráp aftrat í sambandi við, tá vinfólk hansara høvdu gjørt antin filmar ella bøkur um evnið.
Í dag ávirka hóttanirnar frá illum grindamótstøðufólki hann ikki.
- Eg havi vant meg við tað og eri blivin kensluleysur fyri slíkum boðum, sigur Matthew Workman.