Havi ikki vunnið á nøkrum komandi HM-mótstøðuliði

Burtursæð frá Sveis er talan um fáar dystir hjá Føroyum ímóti komandi HM-mótstøðuliðunum

Fótbólts-Føroyar kunnu verða hampuliga nøgdar við HM-lutakastið. Vit fingu Portugal og Christiano Ronaldo. Og vit fingu Andorra, sum liggur, sum nummar 202 á FIFA-styrkislistanum. Haraftrat fingu vit Sveis, Ungarn og Lettland, sum merkir, at vit nýtast ikki at ferðast til tey fjarskotnu londini, har sum ringt er, og leingi er at ferðast. Eisini er talan um lond, sum eru løtt at samskifta við. 

 

Føroyar hava á fýra sinnum spælt ímóti Sveis. Á útivølli hava vit fingið bank. 7. oktober í 2000 taptu vit 1-5 ímóti Sveis í Zürich. John Petersen legði okkum á odda tíðliga í dystinum, men eftir tað gekk galið. Tann 4. september í 2004 taptu vit heili 0-6 ímóti Sveis í Basel. Í báðum førum varð talan um HM-undankappingardystir.

 

Á heimavølli hava vit tvey tolulig úrslit ímóti Sveis. 2. Juni í 2001 taptu vit tepurt 0-1 ímóti Sveis á Svangaskarði, og 4. juni 2005, eisini á Svangaskarði á Toftum taptu vit 1-3 ímóti Sveis. Ta ferðina javnaði søguligi toppskjúttin, Rógvi Jacobsen til 1-1.

 

Bert á einum sinni hava vit spælt ímóti Andorra. Hetta varð í einum venjingardysti í San Fernando í Spania tann 3. februar í 1999, tá landsliðið varð á venjingarlegu. Dysturin í San Fernando endaði við javnleiki 0-0. Bert 20 áskoðarar vóru til hendan dystin. 

 

20. august í 2008 spældu vit ein venjingardyst ímóti Portugal á útivølli í Aveiro. Frammanfyri 22.000 áskoðarum vann Portugal ein sannførandi 5-0 sigur. Hetta er einasti ferðin vit hava spælt ímóti Portugal í A-landsliðshøpi.

 

Einastu ferð vit hava spælt ímóti Ungarn varð á Tórsvølli 14. oktober í fjør, tá vit taptu tepurt 0-1. 

 

Føroyar hava ongantíð áður spælt ímóti Lettlandi í A-landsliðshøpi. Vit hava sostatt í søguni ikki vunnið nakran sigur á okkara komandi HM-mótstøðuliðum.