Heini O.Heinesen, løgtingsmaður, sigur at hann hevði einki ímóti at blíva fiskimálaráharri í tí nýggja landsstýrinum.
Eg haldi, sum ein inkarneraður sambandsmaður, at tað er nógv fyri, at ein gamal tjóðveldismaður, sum hvørki dugir danskt ella enskt, skal rokna við at fáa ein landsstýrissess, og fara út í heim at forhandla um fiskiveiðiavtalur, hvar í alt fyrigongur á enskum, og hava Tolkar við sær.
Nei, latið okkum fáa ein gløggan sambandsmann, sum kennur tað enska málið, ein mann sum Jóhan Dahl, sum hevur virkað í Onglandi í fleiri ár innan fyri fiskivinnu eins væl og í Føroyum.
Teir flestu landstýrismennirnir, sum hava verið uttanlands, hava staðið sum neyt og hava hava ikki kent kent málið í tí landi, teir hava vitjað.
Við vón um ein tryggan framburð til alt Føroya fólk.