Brot úr samrøðu í Vikuskiftis Sosialinum. Les alla samrøðuna við Aksel V. Johannesen, løgmann, í blaðnum, sum kemur í handlarnar í kvøld.
Ongin føroyingur ivast í, at Aksel V. Johannesen, núverandi løgmaður, hevur valt at gera løgmansleiklutin øðrvísi enn undanfarni løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum.
-Ja, og tað er eitt tilvitað val, sum eg havi gjørt, sigur løgmaður. Meðan fyrrverandi løgmaður var nógv frammi – eisini í sosialu miðlunum – so hevur núverandi løgmaður valt als ikki at brúka sosialu miðlarnar.
-Fyrrverandi løgmaður og eg eru ymiskir. Meðan hann tykist trívast væl at vera á sosialu miðlunum, so havi eg valt hetta frá. Eg havi hugsað, at skal eg gera tað, so noyðist eg at hava fólk at gera tað fyri meg. Á sosialu miðlunum gongur samskiftið tvívegis. Eg haldi ikki eg kann skriva okkurt út og tá ið fólk so seta spurningar ella gera viðmerkingar, so svarar løgmaður ikki, tí hann ikki hevur stundir. Tí hava eg valt tann partin frá, sigur Aksel V. Johannesen.