Havnalið kappast um oddasessin

VÍF skal spæla móti botnliðnum Tjaldri, meðan Neistin og H71, sum bæði hava fult stigatal, hittast í Havn

 

Mest spennandi dysturin hjá monnum hesaferð verður í Havn sunnudagin. Tá fara tveir av kandidatunum til gullið í ár at spæla móti hvørjum øðrum.

Bæði Neistin og H71 hava fingið góða byrjan í nýggja kappingarárinum. Bæði liðini hava spælt tríggjar dystir, og liðíni hava vunnið allar dystirnar.

Tað er greitt, at eftir hetta vikuskiftið kunnu bæði liðini ikki hava fult stigatal.

H71 spældi mikukvøldið í Runavík, og har var tað strævið at vinna á Tjaldri, sum gav stóra mótstøðu. Fram móti endanum av dystinum vóru tað tó hoyvíkingar, sum vóru stinnari.

Neistin mannar gott lið í ár, og sunnudagin skulu teir vísa, at tað eru teir, sum ætla at elta VÍF.


VÍF og botnurin

Føroyameistararnir úr Vestmanna fáa sunnudagin vitjan av botnliðnum Tjaldri. VÍF hevur skúgva alla mótstøðu til viks higartil í kappingini, og tað verður eisini roknað við, at teir vinna sunnudagin.

Mikukvøldið dragnaði Tjaldur í endanum av dystinum ímóti H71, og skulu teir fáa nakað burtur úr hesaferð krevst, at teir eru førir fyri at spæla við fullari ferð allar minuttirnar á tamb.

Seinasti dysturin hjá monnum verður millum KÍF og Kyndil, og hesin dysturin verður spældur leygardagin.

Kyndil hevur vunnið ein av sínum fýra dystum í ár, meðan KÍF hevur tapt allar sínar tríggjar dystir.