Havnar Bio setir met

Ongantíð áður hevur hyggjaraskarin í stóru kykmyndahøllini í Havn verið størri, og umframt at Havnar Bio setti met í fjør, verður eftir øllum at døma nýtt met í 2003. ? Ikki minst orsakað av, at stórfilmar sum Ringanna Harri og Matrix koma skjótari til landið, sigur Jákup Eli Jacobsen, stjóri í P/F Bio

- Vit settu met í 2002, men tað skal okkurt ógvusligt henda, um vit ikki aftur í ár seta met! Soleiðis sigur stjórin í P/F Bio, Jákup Eli Jacobsen, um gongdina og alsamt vaksandi hugin hjá føroyingum at fara í biograf.

Heimsfrumsýningar í Føroyum
Jákup Eli Jacobsen ynskir ikki at upplýsa ávís hagtøl um, hvussu nógvir kundar hava leitað sær oman í biografin seinasta árið, men leggur hann eina við, at talan hevur verið um størstu fjøldina nakrantíð, og at tvær høvuðsorsøkir burturav eru til hetta.
- Fyrst og fremst er orsøkin sjálvsagt, at fleiri av filminum í ár og í fjør hava verið rættiliga góðir stórfilmar, sum økja um hugin hjá fólki at fara í biograf, sigur Jákup Eli Jacobsen. Sum dømi nevnir hann Í hesum høpi filmarnar Ringanna Harri 2 og Matrix 2, men umframt góðu filmarnar vísir hann eisini á týdningin, at filmarnir í dag koma skjótari til Føroya enn áður.
- Vit hava havt fleiri heimsfrumsýningar í ár, og tað er av alstórum týdningi, at filmarnir á fyrsta sinni verða sýndir í Føroyum samstundis sum í londunum kring okkum, sigur stjórin í Havnar Bio. Hann vísir á, at um ein filmur kemur ov seint til Føroya, er hann longu innfluttur á DVD gjøgnum alnótina, umframt at fólk missa hugin, hava tey lisið ella hoyrt ov nógv um ein film uttanlanda, sum langt um leingi verður sýndur í Føroyum og er farin av móta.
Á hesum øki eru Føroyar við avtalu tengdar at Danmark, sum í løtuni sýna stórfilmarnar sera skjótt, og tískil er talan sambært stjóranum um ein fyrimun hjá partafelagnum at vera knýtt at Danmark.

Fleiri stórfilmar eftir
Sum gongdin er nú, verður met aftur sett í ár, ikki minst tá havt verður í huga, at fleiri stórfilmar eru á skránni áðrenn ársskiftið.
- Matrix 3 og Ringanna Harri 3 eru enn ikki sýndir, meðan størsti Disney filmurin nakrantíð, Finding Nemo, eisini verður at síggja í nærmastu framtíð, og tískil er tað næstan heilt vist, at nýtt met verður sett, sigur Jákup Eli Jacobsen.
Ein kundi hugsað sær, at talan júst var um mótsætta rák, nú fleiri og fleiri hava ognað sær parabolir við nógvum rásum og video, men hetta tykist ikki ávirka biografin.
- Fólk vilja heldur fara í biograf saman enn sita heima í støvuni, tí tað er jú ein heilt øðrvísi uppliving, og tískil tykist gongdin við alt fleiri rásum og møguleikum í húsarhaldinum ikki ávirka høga kundatalið í Havnar Bio, metir stjórin í P/F Bio at enda.
Í løtuni arbeiða trý fólk fulla tíð í biografinum í Havn, meðan 11 arbeiðsfólk tilsamans eru tengd at arbeiðsplássinum.