FIMLEIKUR
Ítróttarhøllin í Klaksvík var nærum full av áskoðarum leygardagin og sunnudagin, tá ið Føroya Fimleikasamband saman við Klaksvíkar Fimleikafelag skipaði fyri steypakapping í estetiskum fimleiki. Øll, sum vóru og hugdu, fingu eina einastandandi fimleikauppliving. Heili 16 lið frá Havnar Fimleikafelag, Støkk av Glyvrum og Ljósinum úr Havn kappaðust í fýra bólkum: kvinnum, gentum, smágentum og pinkum. Tvey lið hjá Klaksvíkar Fimleikafelag vóru eisini gestalið báðar dagarnar.
Hóast hetta bert er triðja árið, at fimleikararnir kappast í estetiskum fimleiki, er støðið ótrúliga høgt, og tað sást á framførslunum báðar dagarnar, at venjingartímarnir hava verið nógvir í vetur. Seriurnar vóru ótrúliga flottar, tónleikurin væl valdur, og fimleikararnir vóru í góðari venjing.
Orsøkin til, at kappingin var hildin júst í Klaksvík er, at Føroya Fimleikasamband við hesum vónar at skapa størri áhuga fyri estetiska fimleikinum millum norðoyingar, og harvið fáa fimleikararnar úr Klaksvíkar Fimleikafelag at vera við í kappingum í estetiskum fimleiki í framtíðini.
Kappingarnar gingu væl, og dómararnir fingu eina ordans avbjóðing, tí at fleiri av liðunum vóru sera jøvn. Spenningurin var serliga stórur millum pinkuliðini hjá Støkk og Havnar Fimleikafelag A. Tá ið avtornaði, vunnu pinkurnar hjá Havnar Fimleikafelag A við einans 0,01 stigi. Ilt er at siga, um nakar veit um tættari kapping í føroysku fimleikasøguni.
Hinir sigrarnir hjá Havnar Fimleikafelag vóru meira sannførandi, tí at kvinnurnar, genturnar og smágenturnar vunnu allar við umleið einum heilum stigi. Venjarin hjá øllum trimum liðunum eitur Eyð Strøm, so sigast kann ikki annað enn, at hon hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri estetisku fimleikararnar hjá Havnar Fimleikafelag.
Henda kappingin var sum sagt steypakapping. Føroyameistararnir verða funnir seinni í ár, og tá verður kappingin óivað uppaftur harðari og enn vakrari at síggja. Genturnar skulu kappast um føroyameistaraskapin longu um ein góðan mánað, nevniliga 2. mars. B-kapping í estetiskum fimleiki verður í seinnu helvt av apríl, og føroyameistararnir hjá kvinnunum, smágentunum og pinkunum verða ikki funnir fyrr enn fyrst í mai; so tað eru nógvar spennandi avbjóðingar eftir hjá fimleikarunum í ár.