Lurtaði mikukvøldi eftir stroyming frá fundi um nýskipan av fiskivinnuni, sum Havnar Framburðsfelag skipaði fyri á Landsbókasavninum, og fekk sostatt høvi at hoyra um ætlanirnar hjá Fólkaflokkinum á fiskivinnuøkinum.
Bjarni Arnason tosaði millum annað um umsetiligar kvotur og opið hav, soleiðis at veiðiloyvi geva rætt til fiskiskap allastaðni, har føroyingar hava fiskirættindi, um viðkomandi fær skaffa sær neyðug fiskiloyvi. Ein skilagóður tanki um umsetiligheit í víðkaðum týdningi, sum vildi givið teimum virkandi í fiskivinnuni munandi størri rásarúm og menningarmøguleikar.
Christian Andreasen nevndi, at tá skipanin við umsetiligum kvotum hevði víst seg at rigga sera væl nógvastaðni, so hví ikki eisini í Føroyum.
Jørgin segði, at um mann hugsaði aftur í tíðina, so hevur fiskivinnan staðið seg best, tá ið politikarar hava hildið fingrarnar burtur, og ringast, tá ið politiska uppíblandingin hevur verið stór.
Eg gevi Jørgini púra rætt í síni útsøgn, tí vit hava ongantíð uppliva slíka stagnatión, sum síðani politikarar við fiskidagaskipanini fóru at stýra fiskivinnuni á heimaleiðini niður í smálutir.
Tað er tí heilt ófatiligt, at Jacob Vestergaard kunngerð, at ætlanin er at halda fram við fiskidagaskipanini.
Fyri tað fyrst krevur ein fiskidagskipan, at avmarkingar verða lagdar á skipini til tess at avmarka veiðuorkuna, og tað gongur beint ímót útsøgnini hjá Jørgini um, at fiskivinnan hevur tað best, tá ið politikararnir ikki blanda seg.
Fyri tað annað er ein frí umsetiligheit við døgum og ymiskari veiðiorku nógv truplari at hava við at gera, enn um kvotur verða nýttar.
Fyri tað triðja hevði ein møgulig uppboðssøla av døgum slett ikki rigga, tí dagarnir hava so ymiskt virði frá skipi til skip, og tí hevði verið neyðugt við ásettum bólkabýti ella umrokningsfaktorum, og tað vil siga politiskari uppíblanding.
Og fyri tað fjórða kann mann so gloyma alt um skilagóða uppskotið hjá Bjarna Arnason um fría umsetiligheit í einum opnum havi, tí hvat skulu reiðarar í heimaflotanum gera á fjarleiðum ella í uppisjóvarvinnu, tá ið teir, orsaka av avmarkingum í fiskidagaskipani, ikki kunnu skaffa sær tey røttu skipini. Og trupulleikin er eisini hinvegin, um uppisjóvar- ella fjarleiðarskip skulu ogna sær rættindi til botnfisk í heimasjógvi.
Nei, eg haldi sum Jørgin, at politikarar skulu blanda seg minst møguligt:
Sig reiðarum hvat teir kunnu fiska, tvs. kvotur, og lat teir so sjálvar um nær, hvør, hvar og hvussu, uttan nakrar sum helst avmarkingar.
Thormund Johannesen
Skipsførari og Skipsverkfrøðingur M.Sc.