Havnar Klubbi føroyameistari í billard

Havnar Klubbi gjørdist seinasta vikuskiftið føroyameistari fyri lið í billard. Liðið vann stórt á Kagganum 2, við 16 stigum móti 2. Samtíðis spældu Klaksvíkar Billardfelag og Kaggin 1 um 2. og 3. plássið. Kaggin vann tepurt 10-8 á klaksvíkingunum,men hetta var tó nóg mikið til at tryggja liðnum silvur. Klaksvíkar Billardfelag, sum hevur vunnið gull seinastu trý árini, mátti tí hesa ferðina taka til takkar við bronsuni. Gulliðið hjá Havnar Klubba hevur verið mannað við Henrik Pedersen, Carsten Hansen og Niels Nielsen

Tað var ikki tann stóri spenningurin í tí seinasta umfarinum í FM-kappingini, nú Havnar Klubbi stóð seg so væl í teimum seinastu umførunum móti ávikavist Klaksvíkar Billardferlag og Kagganum 1. Leygardagin vitjaði meistaraliðið hjá Havnar Klubba í Kagganum og skjótt stóð greitt, at "klubbamenn" stevndu beint móti gullinum. Tá avtornaði høvdu teir vunnið allar dystirnar uttan tann eina. 16-2 var eitt uppiborið úrslit. Henrik Pedersen var sum so oftani besti spælarin við einum meðan uppá umleið 27 eygu. Síðani komu Carsten Hansen og Niels Nielsen. Á liðnum hjá Kagganum 2 vóru Heimir Ottoson, Anfinn Hansen og Johannes Skaarup.

Í Klaksvík megnaði Kaggin 1 eitt vinna við 10-8. Bestur var Bjarni Skaalum, sum vann tveir av trimum dystum og hevði omanfyri 25 eygu í meðal. Í hølunum á honum var Krisjan Sune Høgensen við fýra stigum og uleið 24 eygum í meðal. Á triðja plássinumv ar Jan Müller við 4 stigum og 21 eygum í meðal. Hinir spælararnir vórðu Njál Petersen, Sonhard Johannesen og Steinbjørn í Dali. Njál, sum ikki hevur verið í stødinum í kappingini, tók tó dyk á seg móti endanum og vann tveir dystir.

Tað eru eini 12 ár síðani, at Havnar Klubbi var FM í billard. Tá vóru Eirikur Nielsen, Eli Zachariassen og Steingrím Samuelsen í velmaktini. Mest vinnandi liðið síðani tá hevur verið Klaksvíkar Billardfelag, sum hesuferð endaði á 3. plássinum. Ein orsøk man vera tann, at Ólavur Kjølbro ikki hevur verið við í ár. Hann er burturi í lestrarørindum.

Endaliga støðan gjørdist henda: Nr. 1 Havnar Klubbi við 74 stigum, nr. 2 Kaggin 1 við 62 stigum, nr. 3 Klaksvíkar Billardfelag við 56 stigum og Kaggin 2 aftastur við 26 stigum.

FM kappingin fyri staklingar verður í ár spæld í Klaksvík. Innleiðandi umfarið verður í Havn 11. og 12. Mars og finaluumfarið í Klaskvík 18. og 19. Mars. Freistin at tekna seg er nú fríggjadagin.