Havnar kommuna og Hans P Strøm: Vit búgva ikki í Rumeniu

     

Jón Ellendersen
??????????????
Siti her við einum máli, sum snýr seg um ein smádrong, sum er vorðin kastibløka hjá Tórshavnar kommunu, eins og lítli Petur er vorðin.
Pápi dreingin, sum er kendur fyri at nýta harðskap bæði móti børnunum, mammuni at dronginum og hevur dóm fyri harðskap, samstundis sum hann hevur fingið fleiri ávaringar, er vorðin hetja og hin stóra stjørnan hjá Tórshavnar kommunu og Barnaverndarnevndini.
Tað løgna, og tragiska í málinum er, at kommunan bert hevur lurtað eftir pápanum og yvirhøvur ikki givið mammuni ella foreldrum hennara gætur. Pápin fær tað sum hann vil hava.
Men, at drongurin í fleiri ár hevur vantrivist, er sálarliga illa fyri og helst vil vera hjá mammuni og ommuni, hevur ongan áhuga hjá Tórshavnar kommunu. Væl vitandi, at sosiala umhvørvið, drongurin livir í, er beinleiðis hóttandi fyri uppvøskturin, hevur kommunan lurtað eftir lygisøgur hjá pápanum um, at tað er hjá mammuni, at sosiala umhvørvið er "konfliktkent" ? hóast kommunan ongantíð hevur gjørt sær ómak at eftirkanna, um so er.
Nú vita tey flestu, sum kenna heimi hjá mammuni og ommuni, at har eru ikki fleiri konfliktir enn í flest øðrum heimum, tvs. heilt vanligt. Tey vita eisini, at drongurin hvørja ferð hann er hjá mammuni og ommuni, bønar og biðir um at sleppa at vera har. Hann vil ikki heim aftur til pápan.
Men okkara kæri landsstýrismaður, Strømmurin hevur, sum tað ljóðar úr Tinginum, lagt linjuna: Um alt er farið rætt fram umsitingarliga, so er alt í lagið. So vertin á, at lívið, bæði hjá Peturi og dronginum, er her sigi frá, verður lagt í skeljasor?.
Vóru vit stødd í Irak, Rumeniu ella í Týskalandi undir 2. heimsbardaga, var tað skiljandi. Men at tílík mannminkandi framferð gongur fyri seg í einum landi, sum kallar seg demokratiskt og reypar av, at vit fylgja mannarættindarboðunum hjá ST, er einki annað enn ein ræðusøga.
Vit kunnu bara, øll sum ein, gera okkum tað niðurstøðu, at:
? Tórshavnar kommuna hugsar meiri um mannagongdir og rættin hjá starvsfólkinum, enn hon hugsar um lívið hjá teimum børnum, sum eru borgarar í kommununi.
? Hans Pauli Strøm er ikki verdugur at sita sum landsins hægsti myndugleiki í almennamálum, tí hann hevur lítlan og ongan áhuga í teimum, hann er settur at vera tænari hjá: børnunum, teimum veiku og brekaðu. Tað er ringt at ímynda sær, at hann skal vera javnaðarmaður og ikki úr Dansk Folkeparti.
? Bæði kommunan og landsstýrismaðurin uppføra seg sum tænastumenn í teimum nú falnu eysturevropeisku diktaturunum.
Og neyvan er seinasta orðið sagt í hesum málum.
Gud vitið um ikki fleiri mál av hesum slag fara at koma fram í ljósmála?
Í øllum føri, fari eg at takka SvF fyri, at tey so trúgv hava fylgt málinum um Petur og ikki lata seg noyða við, at Hans Pauli Strøm gevur okkum ein slutur fyri ein slatur.