Havnar Róðrarfelag meiri sigrar enn í seks ár

Í Hósvík vann HR tríggjar kappingar, og samanhaldið og styrkin í stóra høvuðsstaðar felagnum tykjast vera betri, enn tey hava verið í fleiri ár

SIGURSSÆLIR

Tað er gott lag í Havnar Róðrarfelag. Tað hevur gingið væl higartil í ár, og leygardagin trumfaðu teir í Álakeri orduliga. Í trimum av teimum seks FM kappingunum vóru bátar hjá Havnar Róðrarfelag fremstir, og at Havnin er so væl fyri í kappróðri, sum høvuðsstaðurin ikki hevur veirð tey seinastu árini, varð undirstrikað av, at Jarnbardur, sum hoyrir til Róðrarfelagið Knørr í høvuðsstaðnum, vann eina av teimum trimum kappingunum, sum HR ikki vann.
? Jú, lagið er gott, og tað er hugaligt at vera í felagnum nú. Leygarkvøldið, tá bátarnir komu suður aftur, vóru tað fleiri fólk í neystinum. Vit hava altíð eitt lítið ábit, tá manningarnar koma aftur, og sjálvandi er lagið serliga gott, tá tað eydnast so væl, sum tað gjørdi hesa ferð.
Tað er skrivaran í Havnar Róðrarfelag og ein av teimum, sum seinastu árini hava verið hollir stuðlar undir felagnum, sum vit tosa við. Hann eitur Rúni Persson.
Í fjør vann Havnarbáturin allar FM kappingarnar, men annars stóðu bátarnir hjá HR seg ikki serliga væl. Í fyrraárið átti HR ongan FM vinnara. Í 1999 vann Ørvur FM, í 1998 átti HR ongan FM vinnara, í 1997 vann Drekin við dreingjum FM, og so var tað 1996, tá HR rættuliga var á aldukambinum, og fýra manningar hjá teimum vórðu meistarar: Sílið við gentum, Drekin við dreingjum, Gongurólvur við monnum og Havnarbáturin.
Hvør er uppskriftin uppá, at tað nú vignast so væl?
? Einki ávist, men ivaleyst ein røð av viðurskiftum, sum hava við sær, at tað eru okkara manningar, sum vinna í ár. Marginalirnar, sum vit hava saknað seinastu árini, hava verið við okkum í ár. Og so hevur tað stóran týdning, at vit hava betri tak á venjingini hjá teimum yngru, enn vit hava havt seinnu árini.
Hvussu tá?
? Vagnur Michelsen hevur í fleiri ár stimað saman við Havnarbátinum, tá hann hevur vant. Undan hesum kappingarárinum heittu vit í nevndini á hann um at stima saman við yngru manningunum. Tað hevur hann gjørt, og tað er einki at ivast í, at ráðini og vinkini, sum hann hevur givið teimum, hava hjálpt væl til, so vit hava fingið betri úrslit, enn vit hava havt tey seinastu árini, heldur Rúni Persson.

Stór luttøka
Rúni Persson undirstrikar, at hóast tað úrslitaliga ikki hevur roynst so væl tey seinastu árini, sum tað onkuntíð hevur gjørt fyrr, so hevur felagslívið í Havnar Róðrarfelag verið gott, og áhugin fyri at luttaka hevur verið støðugur.
? At áhugin er stórur sæst aftur í luttøkutalinum hjá okkum. Í dreingja? og gentukappingini eiga vit tvær manningar í hvørjari ? Drekan og Sílið. Vit hava ein nýggjan Gongurólv og so Víking, sum er gamli Gongurólvur. At siga at hann er gamal er kanska at taka í so rívan til, tí tað eru bara tvey ár, síðani vit fingu tað 6?mannafarið. Í hesi vikuni fáa vit eitt nýtt 8?mannafar, og so er tað Havnarbáturin.
Rúni Persson heldur, at grundarlagið undir góðu úrslitunum í ár fyri ein stóran part varð lagt í fjør og í fyrraárið.
? Onkuntíð verða tey bæði undanfarnu árini í felagnum kallað hálv kreppuár. Havnarbáturin vann hvørja ferð í fjør, men hjá øllum hinum manningunum gekk tað einki serligt. Men hóast tað ikki skarst nakað serligt, so gjørdist samanhaldið uppaftur betri, og tað skal til, um úrslit skulu spyrjast burturúr.

Sígga allar róðrarnar
Rúni Persson hevur verið virkin í Havnar Róðrarfelag seinastu 6?7 árini. Eitt árið róði hann, men síðani hevur hann verið upptikin av tí, sum er rundanum. Síðani í 1995 hevur hann tikið flestu FM róðrarnar upp á video. Tað eru brot úr hesum upptøkunum, sum eru at síggja í Degi og viku tíðliga í vikuni (tey eru fleiri, sum halda, at tað hevði ikki verið annað enn rímuligt, at longri brot og kanska allir róðrarnir á tamb vórðu vístir).
? Tá vit koma aftur frá stevnunum verða allir róðrarnir vístir í neystinum hjá okkum. So verður prátað og mett um, hvussu tað gekst, og hvat kundi havt verið øðrvísi, og hvussu tað man fara at ganga næstu ferð. Hetta er sera hugnaligt, og tað er týðuligt, at trivnaðurin í felagnum er góður. Tað er týdningarmikið eisini, tá úrslitini ikki eru tey, sum man hevði vónað og kanska eisini roknað við. Tað ræður um at hava motivatiónina í ordan, og tað hevur ikki bilað við tí í okkara felagi, heldur Rúni Persson.