Havnar Timburhandil vil byggja fótbóltshøll

Tríggjar verkætlanir um nýggja fótbóltshøll vórðu mánadagi handaðar FSF. Svangaskarð, eitt samtak við Skálafjørðin og Havnar Timburhandil standa handan verkætlanirnar

Fótbóltshøll

Kl. 15.30 í gjár var freistin um at leggja fram verkætlanir um eina fótbóltshøll í Føroyum farin. Hetta er ein verkætlan, sum FSF hevur sett í kortið, eftir at tað stóð greitt, at sonevndi Hat-trick grunnurin hjá FIFA fór at lata á leið 12 mió kr. Í stuðuli til menning av fótbólti í Føroyum.
Nøkur projekt um eina slíka høll hava longu verið frammi, men tað eru tó ikki øll av hesum, sum framvegis eru við í kappingini. Hóast tey í FSF ikki vilja siga tað stóru um, hvørjar ætlanir eru innkomnar, so váttar Ísak Mikladal, aðalskrivari, at talan er um tríggjar verkætlanir, sum eru lætnar Fótbóltssambandinum.
Eitt hitt fyrsta projektið, sum varð kunnugt fyri almenninginum, var ein verkætlan hjá kommunum kring Sundalagið. Hesar eru nú at kalla allar savnaðar í eini kommunu, men ein nýggj fótbóltshøll er so ikki millum tað, sum hesi í løtuni arbeiða við.
Heldur ikki hevur nakað veri ðat hoyrt til ætlanina hjá Vágoynni um at gera eina fótbóltshøll har, eins og tosið um eina høll í høvuðsstaðnum tykist vera tagnað, hóast tey bæði stóru havnarfeløgini komu við felags áheitan til býráðið um at fara undir slíka verkætlan.

Svangaskarð og Skálabotnur
Av teimum ætlanum, sum áður hava verið frammi, eru tað soleiðis tær báðar ætlanirnar á Svangaskarði og í Skálabotni, sum enn eru við í kappingini.
Á Svangaskarði hava tey í eina tíð arbeitt við eini ætlan, sum í høvuðsheitum gongur út uppá at leggja tak á Svangaskarð og annars skifta grasið út við graslíki. Fyrimunirnir her eru sjálvandi fyrst og fremst, at sjálv høllin og fótbóltsteppið eru einastu lutir, sum skulu gerast. Planeringsarbeiðið og ytru karmarnir sum so eru jú longu á staðnum, og tí vil ein slík verkætlan alt annað líka vera væl bíligari, enn um alt arbeiðið skal gerast av nýggjum. Hinvegin er kravfestingin til eina komandi fótbóltshøll enn ikki heilt greið, og tí kann hugsast, at partar av fasilitetunum, sum eru við Svangaskarð, eru partvíst yvirdimensioneraðir, og at aðrar verkætlanir tí kunnu hava eina lægri kravfesting.
Í grannabygdini, Runavík, ganga eisini menn við ætlanum um eina fótbóltshøll. Tað er umleið hálvt annað ár síðani, at vit her í blaðnum skrivaðu um ætlanirnar at byggja eina høll á Lambareiði, og tó at ætlanin síðani er flutt til Skálabotn, so er talan stórt sæð um somuu verkætlan. Í hesi hevur stórur dentur verið lagdur á sentralu plaseringina, sum høllin fær við hesum. Verður hugt at spjaðingini í føroyskum fótbólti, so er lítið at ivast í, at Eysturoyggin er eitt slag av snúningspunkti í hesum, og við eini koyrifjarstøðu upp á í mesta lagi trý korter hjá flestu feløgunum í landinum ? Sandoy og Suðuroy undantikin ? meta stigtakararnir til hesa verkætlanina seg hava gott grundarlag fyri rakstur av høllini.

Timburhandilin vil við
Seinasta verkætlanin, sum er við í kappingini, er ein ætlan hjá Havnar Timburhandli.
Heini Fossá, stjóri í Timburhandilin, sigur, at orsøkirnar til boðið frá teimum eru fleiri. Her og nú vil hann ikki fara í smálutir við hesum, men hann vísir á, at talan er um eina stóra verkætlan.
- Tað vóru sum so ikki vit, sum byrjaðu hetta projektið, men heldur at kalla arvaðu tað. Vit hildu tó, at hetta var vert at arbeiða víðari við, og nú halda vit eisini, at vit eru komnir til eitt úrslit, sum er vert at vísa fram, sigur hann.
Enn er eingin freist sett fyri viðgerðini av umsóknunum, men sambært aðalskrivaranum í FSF, so byrjar hendan helst hampuliga skjótt.
- Nú er sjálvandi so stutt liðið, síðani umsóknirnar komu inn. Vit fara so í dag (týsdain, blðm.) at hyggja tilfarið ígjøgnum, og síðani verður hetta sent limunum í hallarbólkinum. Nær sjálv viðgerðin av hesum so verður, fái eg ikki svarað fyri, men væntandi kann hon byrja longu í komandi viku, er einasta viðmerkingin, sum aðalskrivarin hevur um málið.