Havnar Ungdómshornorkestur og Nes Sóknar Musikkfelag hava konsert

Sunnukvøldið kl. 19 hava Havnar Ungdómshornorkestur og Nes Sóknar Musikkfelag konsert í fimleikahøllini í Glyvra Skúla. Konsertin er liður í fyrireikingunum hjá Nes Sóknar Musikkfelag til árligu Musikkstevnuna, sum hesaferð verður í Norðurlandahúsinum 19.-21. mai. Tað er GHM, sum fyriskipar Musikkstevnuni í ár, og næsta ár er Nes Sóknar Musikkfelag, sum fyllir 50 ár í 2012, vertur fyri stevnuni.

 

Nes Sóknar Musikkfelag hevur mangan spælt konsertir saman við øðrum orkestrum, og hesaferð verður tað Havnar Ungdómshornorkestur.

 

Tað er Kenneth Jones, ið stjórnar báðum orkestrunum.

 

Nógv forvitnisligt er á skránni. Millum annað hevur Havnar Ungdómshornorkestur

eina trompetkvartett og eina trombonkvartett, meðan Nes Sóknar

Musikkfelag spælir lívlig løg sum The Acrobat hjá J.A. Greenwood og heitislagið í sjónvarpsrøðini og filminum The Flintstones.