Havnará letur upp leygardagin: Steingja Niels Finsensgøtu í kvøld og í morgin

Arbeiðsøkið við Havnará verður riggað av og Niels Finsens gøta stongd í dag og í morgin

Tað nærkast av álvara til Havnará letur upp. Tað verður leygardagin.

 

Í kvøld verður farið undir at rigga arbeiðsøkið við Havnará av.

 

Í hesum sambandi boðar Tórshavnar kommuna frá, at Niels Finsens gøta verður stongd fyri allari ferðslu frá Sverrisgøtu oman til Vaglið. Hetta verður frá klokkan 22 í kvøld til fríggjadagin klokkan 12.

 

Eisini parkeringsplássið frammanfyri ráðhúsið er stongt, meðan arbeiðið fer fram.