Tað er í dag, at bókin "TÓRSHAVN býur- og býarbørn 1906-1910" hjá Birgari Johannessen verður løgd fram í Miðlahúsinum.
Bókin, sum er um 300 síður, er framhald av bókunum "TÓRSHAVN býur- og býarbørn 1900" og "TÓRSHAVN býur- og býarbørn 1901-1905", sum vórðu útgivnar í fjør.
Perman er prýdd við málningi, sum Jógvan Waagstein málaði úr heimi sínum við Hoyvíksvegin. Bókin verður løgd fram í dag frá kl. 16-19.