Tað var eingin ivi, tá ið spennandi kappingin millum 10-mannaførini skuldi avgerast í mjørkanum á Havnarvág.
Havnarbáturin hevði betri start enn Ormurin, og Havnarbáturin smurdi Ormin av.
Á málinum var munurin ein bátslongd. Ormurin tóktist ikki í startspurtinum at fáa somu ferð og sama lag á, sum teir gjørdu umborð á Havnarbátinum.
Úrslitið ber við sær, at Havnarbáturin hevur vunnið FM 2008. Hetta var trettanda FM heitið hjá Havnarbátinum, sum framvegis er mest vinnandi róðrarbáturin, síðani tað í 1973 varð farið undir at kappast um FM á tann hátt, sum tað framvegis verður gjørt.´
Úrslitið í dag ber eisini við sær, at tað ikki eydnaðist Orminum at vinna FM heitið í fyrstu kappingini nakrantíð. Ormurin vann silvurmerkini.
Harvið verður setningurin hjá teimum í Róðrarfelagnum Knørri næsta ár at bjóða nýklæktu FM vinnarunum í Havnarbátinum av í 2009, tá ið tað ljóðar frá, at aðrir bátar eisini fara at bjóða seg fram.
1 Havnarbáturin 04:00.04
2 Ormurin 04:03.01
3 Eysturoyingur 04:12.08
4 Nólsoyingurin 04:20.22
1 Havnarbáturin (FM) 46
2 Ormurin 45
3 Nólsoyingurin 21
4 Eysturoyingur 15
5 Ormurin Langi (VK) 5
6 Vestmenningur 3