10?MANNAFØR
Tað er nevyan komið fyri áður, at kappingin um at vinna 10?mannafars róðurin hevur verið so tøtt, sum hon var í Hósvík. Ikki tað at munurin millum fremsta og næstfremsta bátin ikki hevur verið minni enn eitt sekund áður. Men heldur tí at tað á øllum 2000 metra teininum vóru fýra bátar, sum bjóðaðu av í kappingini um fremsta plássið, og sum skiftust um at vera fremstir.
Í endaspurtinum var Havnarbáturin drúgvastur, og harvið vann báturin, sum í fjør var fremstur í øllum seks kappingunum, fyri fyrstu ferð í ár. Eysturoyingurin, sum vann bæði í Klaksvík og á Skálafjørðinum endaði á fjórða plássinum. Men hóast hann misti týdningarmikil stig í FM kappingini, so var munurin fram til fremsta plássið ikki stórur. Frá Havnarbátinum og til Eysturoyingin var minni enn ein hálv bátslongd! Tað vil við øðrum orðum siga, at tað á ongan hátt ber til at avskriva Eysturoyingin.
Við allari virðing fyri kappingarneytunum hjá Eysturoyinginum, so mundi ein av orsøkunum til, at tað hesa ferð ikki royndist so væl vera, at ein av manningini umborð á Eysturoyingi alla vikuna undan Sundalagsstevnuni hevði ligið sjúkur. Tað var ivasamt, um hann fór at verða førur fyri at rógva, men hann var við. Sjálvandi var førleikin ikki tann, sum hann hevði verið í hinum báðum kappingunum.
Nógvur taktikkur
Tá Eysturoyingurin í 1998 og í 1999 var so óførur at vinna allar róðrarnar, vóru sigrarnir ofta sera sannførandi soleiðis at skilja, at hann var fleiri bátslongdir undan hinum bátunum, sum kappaðust um næstu plássini.
Í fyrraárið var Vestmenningurin FM vinnari, og í fjør vann Havnarbáturin allar róðrarnar. Kappingin higartil í ár hevur verið púra øðrvísi, enn hon var í fjør. Frá fyrsta startskotinum og inntil síðsta takið í endaspurtinum hevur munurin verið so mikið lítil, at tað alla tíðina hevur verið møguleiki fyri, at sigurin kann gleppa oddafiskinum av hondum. Soleiðis var tað eisini í Hósvík.
Nólsoyingurin datt beinanvegin afturav, og á málinum var hann nógvar bátslongdir aftanfyri hinar fýra bátarnar. Nólsoyingar tykjast í ár hava ilt við at standa seg í hørðu kappingini ? í hvussu so er á tvey túsund metrum ? og tað er alla æru vert, at teir royna at hanga í.
Ofta hava vestmenningar roynst illa á fyrsta teininum. Soleiðis hevur tað ikki verið í ár, og soleiðis var tað heldur ikki í Hósvík. Vestmenningurin reyk avstað, og hann var leingi fremstur. Men í sjálvum endaspurtinum royndist hann ikki so dyggur sum Havnarbáturin.
?Tað sær ógvuliga taktiskt út, og tá vit rógva 2000 metrar er nógvur taktikkur uppií. Allir bátarnir lúra eftir hvørjum øðrum. Allir royna onkra ferðina at slíta seg leysar av hinum og harvið at koma sær eitt sindur framum og tískil at fáa møguleikan at stýra kappingini, men hinir eru sera skjótir at svara aftur og at køva sovorðin upplop.
Hetta eru Magni Brøðrarberg, bátsformaðurin umborð á Havnarbátinum, og Martin Venned, sum rør við Klaksvíkinginum og sum er róðrarvenjari í Klaksvík, samdir í.
Spurningurin er so, hvør eigur mest eftir í spurtinum, og tá var tað hesa ferð so mikið javnt, at tað næstan var ein spurningur um, hvør átti síðsta takið.
Lærmenninir seta ferðina
Sjálvandi var sigurin hjá FM vinnarunum søtur. Tað hevur alla tíðina verið roknað við Havnarbátinum, men teir hava havt ilt við at vinna sær støðuna, sum teir áttu í fjør.
?Sammett við í fjør hava vit skift fimm menn út. Tað gjørdu vit eisini undan kappingini í fjør, men tá tóktist tað ikki bila. Ein av frágreiðingunum uppá, at tað hevur verið torførari at vinna í ár, enn tað var í fjør er stutt sagt, at manningarnar eru javnari, enn tær vóru í fjør. Men vit hava eisini havt torførari við at finna rætta áralagið í ár, enn vit høvdu í fjør. Tað hevur havt stóran týdning, at vit hava skift báðar lærmenninar síðani í fjør. Teir hava sera stóran týdning, tá ferðin ella tempoið skal setast.
Hetta sigur Magni Brøðraberg. Hann hevur róð síðani 1994, og hann hevur verið umborð á Havnarbátinum síðani í 2000. Hini árini hevur hann sitið í rúminum, men í ár er hann saman við makkaranum, sum hann í fjør hevði í rúminum, fluttur aftur á lærbekk ella aftur har, sum ferðin so at siga verður avgjørd.
Vóru tit greiðir yvir, at tit høvdu vunnið?
Vit lógu norðast í feltinum. Tí sóu vit bara Klaksvíkingin. Hann var onkra løtuna frammanfyri okkum, og so var hann aftanfyri viðhvørt. Men vit høvdu kensluna av, at tað var so javnt, at tað var næstan ein spurningur um, hvør skuldi taka síðsta takið. Stýrimaðurin hjá okkum hevði leingi Vestmenningin fremstan. Tað tóktist sum um, at hann misti eitt sindur, áðrenn vit komu til endaspurtin, men so vann hann so mikið nógv aftur á seinastu metrunum, at tað var ein spurningur, um vit ella vestmenningar vóru fremstir. Tað var sera spennandi, heldur bátsformaðurin umborð á Havnarbátinum.
Scilly órógvar
Havnarbáturin vann FM heitið rudduliga í fjør. Tí stóð tað teimum í boði at fara suður á Scilly oyggjarnar í mai, og hetta var ein avbjóðing, sum teir gleðiliga tóku av.
? Tað verður ofta tosað um, um Scilly kappingin er góð ella ikki góð fyri FM kappingina. Vit eru í hvussu so er ikki betri fyri at kappast um FM, enn vit høvdu verið, um vit ikki høvdu havt verið á Scilly oyggjunum.
Hví?
? Róðrarlagið er heilt øðrvísi. Í Scilly kappingini rógva vit sera seigliga. Vit hava arbeitt nógv við at fáa ferðina upp aftur. Tað hevur gingið striltið, men nú haldi eg, at tað hevur eydnast hjá okkum, sigur Magni Brøðraberg.
Teir umborð á Havnarbátinum fóru undir fyrstu venjingarnar í januar. Í apríl vóru teir nakrar ferðir í Havnarbátinum, árðenn teir fóru av landinum.
? Vit vandu næstan í tveimum bólkum ? teir sum fóru til Scilly oyggjarnar og so hinir. Tað var neyðugt hjá okkum at rógva í Havnarbátinum, áðrenn vit fóru avstað. Tað gjørdu vit fyri at styrkja um samanhaldið. Men tað var ikki fyrrenn vit komu aftur til Føroya, at vit rættuliga fóru at venja við Havnarbátinum.
Vænta tit at endurvinna FM heitið?
? Vit fara at gera okkara besta í kappingunum, sum eru eftir. Hvussu langt tað fer at røkka, fáa vit at síggja. Men tað er so mikið javnt, at tað so at siga er dagsformurin, sum ger av, hvør er fremstur, og hvør verður nummar fýra, heldur Magni Brøðraberg.