Ungi havnardrongurin, Sigmund Mikkelsen, hevði eina bjarta fótbóltsframtíð, har stórfeløg sum Tottenham og PSV vóru til reiðar at bjóða honum sáttmála, men í dag er 20 ára gamli Sigmund Mikkelsen fótbóltsavlamin. Hann hevur slitið krossbandið tríggjar ferðir, og læknarnir hava gjørt Sigmundi greitt, at hann ikki longur kann spæla fótbólt.
Spælt á U15 landsliðinum hjá Danmark
Sigmund byrjaði at spæla fótbólt sum 5 ára gamal í HB, men eftir, hann fór í skúla, skifti hann til grannarnar úr B36. Sigmund fortelur, at flestu floksfelagarnir spældu í B36, og tí valdi hann at skifta felag.
Í B36 gekk væl. Liðið vann fleiri meistaraheiti, og evnini hjá Sigmundi vóru ikki torfør at fáa eyga á. Tá mamma Sigmund í 1994 slapp inn á designaraskúla í Danmark, fluttu tey til Farum at búgva.
- Ætlanin var, at vit skuldu vera í Danmark í eitt ár fyri fyrst, men hetti broyttist skjótt, tí okkum dámdi væl í Danmark, og vit valdu at búseta okkum har, greiðir Sigmund frá
Ikki meir enn komin til Danmarkar, byrjaði Sigmund at spæla á liðnum hjá Farum, og væl gekst. Hann kláraði seg so mikið væl, at boð vóru eftir at til úttøkuvenjing hjá U15-landsliðnum.
Hóast Sigmund var eitt ár yngri, enn flestu liðfelagirnir á danska U15-landsliðnum, so eydnaðist tað honum spæla seg á liðið. Á U15 liðnum hjá dønum í 1996 taldust leikarar sum Tom Kristensen AGF, Allan Olesen Brøndby, Jonas Smith og Michael Silberbauer, báðir AAB.
Sigmund greiðir frá, at longu tá sást týðuliga, at ein maður sum Michael Silberbauer, sum í dag er mettur at vera ein tann mest evnaríki spælarin í Superliguni, hevði sera góð evni, og kundi koma langt við fótbóltinum.
Hóast fyrrverandi liðfelagin hjá Sigmundi enn hevur aldur til U21-landsliðið, so hevur Morten Olsen sent boð eftir Michael Silberbauer til A-landsliðið. Tá danir í morgin møta Skotlandi á Hampden Park, er møguleiki fyri, at evnaríki AAB-spælarin og fyrrverandi liðfelagin hjá føroyinginum, kann fáa sín fyrsta dyst á danska A-landsliðnum.
Fekk sáttmála við Brøndby
Eftir at Sigmund var komin á U15-landsliðið, gjørdist greitt, at um hann skuldi menna seg meir sum fótbóltsspælara, varð hann noyddur skifta felag.
- Mær dámdi ótrúliga í Farum, men okkara li_ spældi ikki í fremstu dreingja-deildini, og tí varð eg noyddur at skifta felag.
Trý feløg vóru áhuga í føroyinginum, og tey vóru Brøndby, Herlev og FCK. Valið fall á Herlev, har fýra av liðfeløgunum í U15-landsliðnum eisini spældu. Sigmund kendi eisini væl venjaran hjá Herlev, og tí var ikki so løgið at tað júst gjørdist Herlev, sum føroyingurin valdi.
Tíðliga um heystið í 1997 var Herlev á venjingarlegu í Fraklandi, og tá fór krossbandið hjá Sigmundi fyri fyrstu ferð. Uppvenjingin gekk væl, og Sigmund kom rættiliga fyri seg aftur, og varð ein av berandi kreftunum á dreingjaliðnum hjá Herlev.
Í 1998 vóru evnini so eyðsýnd hjá havnardronginum, at stórfelagið Brøndby knýtti tann tá 16 ára gamla Sigmund Mikkelsen at felagnum. Umframt Brøndby, høvdu útlendsk feløg eisini varnast góðu evnini hjá føroyinginum. Áðrenn Sigmund skuldi byrja í Brøndby, var ætlanin, at hann skuldi til royndarvenjingar hjá so stórum feløgum sum Tottenham, Liverpool og PSV.
Men áðrenn tann heilt glæsiliga fótbóltsframtíðin byrja_i, endaði hon. Tá farið var undir venjingina í Brøndby í januar mánaði í 1998 fór krossbandið aftur.
? Eftir at bert 15 minuttir vóru farnir av míni fyrstu venjing í Brøndby, reyk krossbandið aftur, og tað var so mín tíð í Brøndby, sigur Sigmund
Sigmund vísir tó á, at hóast tað bert bleiv til teir fimtan minuttirnar í Brøndby, so slepti felagið ikki honum uppá fjall, men vóru honum sera hjálpsom við uppvenjingini. Skaðin hesaferð gjørdist sera drúgvur, og ikki fyrr enn eitt ár seinni, kundi Sigmund aftur spæla bólt.
Tað gekk tó ikki long tíð, so var aftur galið. Sigmund, sum alla sína tíð í Danmark búði í Farum, var farin venja til stuttleikar við liðnum hjá Farum, og so fór krossbandið fyri triðju ferð. Dómurin var eisini harður, tí læknarnir boðaðu Sigmundi frá, at knæðið fór ongantí_ at ver_a nóg sterkt til, at hann kundi spæla fótbólt aftur á hægsta stigi.
Hørð tíð
Spurdur um hvussu tað var at fáa at vita, at ein aldrin aftur kundi spæla fótbólt, svarar Sigmund, at tað var ein sera torfør tíð, tí hann ætlaði sær veruliga at satsa uppá fótbóltin.
? Eg fekk at vita frá øllum, at eg kundi røkka langt við fótbóltinum, bara eg legði nóg nógv fyri. Tað er tó ikki nakar størri trupulleiki í dag, men tá eg síggi spælarar sum Michael Silberbauer og Allan Olesen spæla í sjónvarpinum, leita tankarnir ofta aftur á fótbóltin, og til spurningin, um hvussu langt eg kundi komið, um eg ikki varð nógv darvaður av skaðum, greiðir Sigmund frá.
Sigmund fortelur eisini, at ein av orsøkunum til at hann flutti aftur til Føroya var, at øll fólkini uttan um hann mintu hann aftur á tíðina við fótbóltinum, og tað gjørdi ikki støðuna lættari.
Venur í dag HB-kvinnurnar
Í 2000 flutti Sigmund aftur til Føroya, har hann í dag er í læru í klædnahandlinum Skálki.
Fótbólturin er tó ikki heilt sleptur, tí í dag er Sigmund venjari hjá 1.kvinnuliði hjá HB.
? Mær dámar sera væl at vera venjari, tí tað er torført at sleppa fótbóltinum heilt, greiðir Sigmund frá.