Havnarfólk lata minst – norðoyingar lata mest

Annarhvør føroyingur letur pengar til kristiligt arbeiðið av ymsum slagi. Tað vísir ein kanning, spyr.fo og Krabbameinsfelagið hevur gjørt.

 

Kanningin vísir, at 50 prosent av føroyingum lata pengar til kirkjur, samkomur og missiónsarbeiði. Men kanningin vísir eisini, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu íðin fólk í ymsum pørtum av landinum eru at stuðla kristiligum arbeiði. Í Tórshavnar Kommunum lata tey minst, tí tað eru bara 46 prosent av havnarfólki, sum stuðla kristiligum arbeiði peningaliga.

 

Í Sandoy og í Suðuroy eru tað 48 prosent av fólkinum, sum stuðla kristiligum arbeiði og í Norðurstreymoy og í Vágum er talan um 50 prosent. Tá eru tey heldur ídnari í Eysturoy, har 57,1 prosent av fólkinum stuðla kristiligum arbeiði av ymsum slagi, men tey, sum lata mest av øllum, eru norðoyingar, tí har eru tað 58 prosent av fólkinum, sum stuðla slíkum arbeiði.

 

Annars vísir kanningin eisini, at hugurin at lata pengar til vælgerandi endamál av ymsum slagi, veksur við aldrinum. Tað eru 60 prosent av teimum 18 - 29 ára gomlu, sum stuðla onkrum hjálparfelagskapum, men verður hugt eftir teimum, sum eru farin um tey 60 árini, eru tað 87 prosent av teimum, sum stuðla hjálparfelagsskapum av ymsum slagi. 

 

Sama myndin er galdandi fyri sjúklingafeløg av ymsum slagi, tí tað eru 40 prosent av teimum 18-29 ára gomlu, sum stuðla sjúklingafeløgum og 67 prosent av teimum eldri enn 60 ár stuðla onkrum sjúklingafelag.