Havnarfólk mótmæla í dag

Yvir 500 fólk hava játtað á Facebook, at tey ætla at luttaka til mótmælisgonguna.

Í dag klokkan 14.00 verður mótmælistiltak á Vaglinum, har stuðlar hjá sitandi borgarstjóra savnast at mótmæla, at Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn koppaðu Heðini Mortensen. 

 

Á Facebook er eitt tiltak, har fólk kunnu boða frá um tey luttaka ella ikki, og sambært tølunum í skrivandi stund, so eru 549 fólk, sum siga seg luttaka. 

 

171 fólk fara møguliga og yvir 5000 fólk eru boðin við annars. 

 

Tey yvir 500 fólkini, sum ætla sær oman í miðbýin í dag, mugu helst lata seg væl í. Norska veðurstovan yr.no, staðfestir, at veðrið í dag ikki er júst mótmælisveður. 

 

Hann sigur 14 m/s í Havnini og millum 12 og 18 kunnu vit vænta nakað av regni - millum 2.6 og 4 mm. 

 

In.fo verður á staðni.