Í annaðkvøld, hóskvøldið, klokkan 20.00 verður hugnakvøld í gamla handlinum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, har havnafólk fara at hugleiða, práta og minnast.
Gamli handilin hevur verið karmur um eina framsýning hesi seinastu trý árini, og sera nógv fólk hava vitjað og verið hugtikin av hesum sermerkta húsi mitt í gomlu Havnini.
Eitt, sum fyrireikararnir hava lagt til merkis er, at nærum øll sum koma inn á gólvið í handlinum fara at tosa og minnast aftur á tíðina, tá handilin enn var opin. Summi minnast, at tey altíð keyptu ost frá Halldor, tí hann skar sjálvur osta stykkini júst so stór sum tú vildi hava. Onnur minnast, at mamman plagdi at senda tey oman til Katrinu at keypa vinslar ella bendlar. Onkur minnist fyrstu sokkabuksurnar til gentur, giraffitrussurnar, sum tú fekst frá Katrinu Christiansen, antin reyðar, myrkabláar ella hvítar.
Úr øllum hesum kom hugskotið at skipa fyri einum »Havnar-snakki-kvøldi«.
Teir, ið fara at leggja fyri í prátinum eru Viggo Christiansen, ið er ommusonur Katrinu, og nærum uppvaksin í handlinum hjá pápabeiggjanum, Haldor.
Høgni Mohr fer at práta um umhvørvið úti við Skipasmiðjuna, har hann vaks upp.
Marius Rein fer at flyta okkum eystur um, til umhvørvið í Eysturbýnum.
Eisini Kári Jespersen, søgufrøðingur og annar av rithøvundunum av »Havnar Søgu«, fer at koma við meira søguliga korrektum upplýsingum.
Ætlanin er tó fyrst og fremst, at hesir nevndu leggja fyri, og síðani royna at fáa áhoyrararnar at leggja upp í prátið. Ofta hendir tað, at tað sum ein minnist, setir hol á onkur onnur minni hjá einum øðrum og triðja, og soleiðis kann prátið fara víða og fevna sera breitt. Havnarfólk bera jú orð fyri at vera sera »snakkesalig«.
Drekkamuður verður sjálvandi eisin at fáa. Kvøldið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.