Nú er stundin komin, at tey, sum búgva í Havn, fáa eitt borgarakort, sum gevur teimum ein serstakan rætt til tænastur frá kommununi.
Tað heldur Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, og formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum.
Hann heldur, at hetta borgarakortið skal kunna brúkast til ókeypis Bussleiðina, bókasøvn og svimjihøllina. Hann vísir á, at í hesum tíðum eru býbussarnir fyltir við ferðafólkum, ið koyra ókeypis og tað er eitt dømi um, at havnarfólk verða settir til viks, tí tey vitjandi í høvuðsstaðnum koyra ókeypis um alla Havnina.
– Her havi eg hug at gera mun á borgarum og ferðafólkum, tí ókeypis bussleiðin er fyrst og fremst ætlað at lætta um hjá borgarunum í høvuðsstaðnum í strævna gerandisdegnum, umframt at bussleiðin eisini er ætlað at eggja fólki til at brúka bilin minni.
– Tað hevði verið rættast, at ferðafólk rindaðu ferðaseðil í býbussunum, men at borgararnir í Tórshavnar kommunu vístu fram eitt borgarkort, sum gav teimum rætt til ókeypis busskoyring.
– Ókeypis bussleiðin er eisini ein órímiligur kappingarneyti hjá hýruvognunum í høvuðsstaðnum, tí ferðafólk velja heldur at koyra ókeypis buss enn at leiga hýruvognar.
Bogi Andreasen heldur eisini, at allar tænastur hjá kommununi kundu verið knýttar upp í borgarakortið, uttan mun til um talan er um ókeypis tænastur ella tænastur, sum kosta.
– Klippikortini í svimjihylinum, sum vit rinda fyri, kundu verið gjørd elektronisk sum partur av borgarakortinum, og lánikortið á bókasavninum kundi eisini verið bygt inn í borgarakortið, heldur hann.